Áslakur og VK Vestsjælland taptu fjórðingsfinalunar

Í kvøld dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

 

Fyri nøkrum døgum síðani tapti VK Vestsjælland fyrru fjórðingsfinaluna í Ikast 3-0. Tí høvdu Áslakur og liðfelagið hansara frá Vestsjællandi fyri neyðini at vinna fyri á tann hátt at vinna sær rættin til eina nýggja og avgerðandi fjórðingsfinalu.

 

Tað eydnaðist ikki. Ikast KFUM vann rættiliga sannførandi 3-0 við settúrslitunum: 25-21, 25-16, 25-19.

 

Harvið eru Áslakur og Vestsjælland úti av stríðnum um danska meistaraheitið og hava nú bert nakrar dystir eftir fyri at avgera endaligu plaseringina í donsku kappingini.