Asnaspark til list og listbrúk

Mentanarvikan í Vági: 25. apríl til sunnudagin 5. mai.

Í døgunum frá hósdegnum 25. apríl til sunnudagin 5. mai er Mentanarvika í Vági. Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað – og ikki minst er eitt nýtt spennandi  tiltak á skrá undir heitinum Matgonga.

Millum spennandi tiltøkini Mentanarvikuna er áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum:Asnaspark til list og listabrúk… – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?”.  Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum.

Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl kl. 19.30.

Umrøða av tiltøkum í Mentunarvikuni verður á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo