Astrið Nanly er Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum

Fimleikagalla er í Bylgjuni í Runavík í kvøld, og her verða fleiri fimleikarar heiðraðir.

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.

Ferð eftir ferð hevur hon prógvað, at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarum í Norðanlondum.

 

Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini hjá henni tala fyri seg.

 

Hetta seinasta árið hevur hon sannførandi luttikið, bæði í DM og EM. 

 

- Og vinnarin sum Ársins amboðsíðkari 2022 hjá kvinnum er Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag.

 

In.fo fylgir gongdini í Bylgjuni í kvøld.

 

##med2##

 

 

 


 

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.