Astrid vann milliónina

- Vit hava stúrt fyri, at eg kanska mátti selja ryssuna, sum eg fekk frá babba, tí eg hevði ikki ráð at hava hana. Men nú er ryssan bjargað, og tað er tað besta. Tað sigur 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum fríggjakvøldið gjørdist eina millión ríkari, tá hon vann í Gekkinum

Fríggjakvøldið sótu nógvir føroyingar spentir framman fyri sjónvarpsskíggjanum, tá Gekkurin var á skránni. Tey, sum spældu við, høvdu møguleika at vinna eina millión skattafrítt, um tey fingu fulla plátu í fjórða og seinasta spælinum.
Millum teir mongu Gekkaspælararnar hetta kvøldið var eisini 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim úr Havn. Fríggjakvøldið var hon saman við familjuni í Sørvági, har tey vóru boðin til døgurða hjá systrini. Og so skuldu tey eisini spæla Gekk.
- Eg plagi ongantíð at spæla Gekk ella onnur spøl yvirhøvur, men seinastu tíðina havi eg saman við familjuni sitið og spælt Gekk, nú tá upphæddin nærkaðist eini millión, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim og ristir eitt indur við høvdinum.
- Hetta er so óveruligt enn, at eg fái meg ikki ordiliga at trúgva, at eg eigi eina millión.

Mundu gloymt tølini
Tá Gekkarnir blivu keyptir á veg úr Havn til Vágar, hugsaði Astrid Eiriksdóttir Reynheim als ikki um høgu upphæddina, sum Gekkurin var á.
- Tá vit koyrdu vestur segði mamma, at hon trúði ikki, at vit nakrantíð fóru at vinna. Hon segði, at tað kann mann ikki loyva sær, tí mann verður bara so vónbrotin, og so tosaðu vit ikki meir um Gekkin ella miliónina, ið var upp á spæl, greiðir Astrid Eiriksdóttir Reynheim frá.
Tá Gekkurin byrjaði, sat Astrid Eiriksdóttir Reynheim við tveimum Gekkum. Á tí eina stóð hennara navn á, og á hinum navnið hjá mammuni, Laila Reynheim .
- í triðja spælinum fekk eg fult rað, og eg ringdi inn men kom ikki ígjøgnum, og tá var eg nokkso vónbrotin, men hugsaði bara, at tað gjørdist ikki við, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.
Ein beiggi mammuna ringdi í somu løtu og spurdi í skemti, hvussu ein skuldi bera seg at, um mann fekk fulla plátu.
- Tá hevði eg fingið fult rað og kom ikki ígjøgnum, so vit vóru eitt sindur ørkymlað, júst tá hann ringdi, og tí vóru vit bangin fyri, at vit kanska ikki høvdu fingið øll tølini við, fortelur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum brádliga undir fjórða spæli fekk fulla plátu.
- Systir mín sat og taldi tøl og hevði bara fýra eftir, meðan eg sat og manglaði sjey tøl. Tá var eg ikki spent ella nakað. Men knappliga komu øll tølini bara, og so hevði eg fulla plátu, greiðir Astrid frá.

Ongar pengar á telefonini
Tá seinasta talið, sum Astrid Eiriksdóttir Reynheim manglaði, kom fram á skíggjan, fóru øll, ið vóru til staðar, at ringja inn.
- Eg hevði ikki pengar á telefonini, so eg sat bara púra rólig. Eg hugsaði heldur ikki um, at eg hevði møguleika at vinna eina millión. Men eg minnist, at eg hugsaði, at tað ikki hevði verið so galið at vunnið eini 15.000 ella 20.000 krónur, fortelur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.
Tað eydnaðist mammuni at koma ígjøgnum, og hóast hon var tann, sum tosaði, so var tað Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum trýsti fyri at fáa Gekkahjólið at snara og steðga aftur.
- Fyrstu ferð komu vit á 15.000 og fóru beinanvegin víðari. Tá endaðu vit á gula krússapottinum, men fóru eisini víðari. Omma segði tá við meg, at eg skuldi trýsta á, tá tað kom á tann reyða. Og tað royndi eg so at gera, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum hesaferð kom á ta einu milliónina.
- Vit fóru øll upp at rópa og flenna, og eg haldi eisini, at vit grótu, tí vit vóru so glað. Grannar komu inn at ynskja tillukku, og tá vit vóru komin til Havnar aftur um midnáttarleitið, komu familja, vinir og kenningar heim til okkum.

Eitt løgið vikuskiftið
Fyri unga Gekkavinnaran hevur vikuskiftið verður heldur annarleiðis.
- Tað hevur alt verið eitt sindur løgið, tí eingin av okkum skilir ordiliga, at eg vann. Eg skilji tað ikki heilt sjálv, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum bleiv vakt leygarmorgunin, tá ein rúgva av familju og vinum komu á gátt at ynskja henni tillukku.
- Tað var fult hús heima hjá okkum, og eg veit ikki, hvussu nógv rundstykkir og fransktbreyð vit høvdu á borðinum, men tað var í hvussu so er nógv. Øll vóru glað, at eg hevði vunnið og ynsktu mær tilllukku, fortelur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum seinni tann dagin fór út við systrini at hátíðarhalda, at hon nú kann kalla seg millioner.
- Vit fóru í býin leygarkvøldið, og har vóru nógv, sum komu yvir til mín at heilsa uppá og ynskja tillukku, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim og leggur skemtiliga afturat:
- Eg brúkti ikki eina krónu í býnum, tí eg eri undir 18, so tað var systirin, sum bjóðaði. Hon helt, at tað var ikki á hvørjum degi, at eg vann eina millión, so tí skuldi eg sleppa við i býin, greiðir Astrid Eiriksdóttir Reynheim frá.

Familjan fær pengar
Hóast tað er gott at vita, at tú ikki manglar pengar, so er ikki heilt lætt at vera 17 ár og vinna eina millión.
- Eg haldi, tað er eitt sindur ringt, tí eg veit ikki, hvat eg skal brúka pengarnar til. Eg seti nokk bara tað mesta inn í bankan á eina stongda kontu, soleiðis at eg ikki bara brúki allar pengarnar til okkurt tvætl, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.
Hon ætlar sær tó at brúka ein part av milliónini beinanvegin.
- Tað fyrsta eg fari at keypa er ein iPhone 5s. Tað havi eg ynskt mær leingi, men havi ikki havt ráð. Men annars havi eg sjálv avgjørt, at tær fýra systrarnar hjá mær skulu hava 50.000 hvør, og so fær mamma 100.000 krónur. Vit hava øll brúk fyri pengum, og tá eg gevi teimum hatta burturav, so havi eg hóast alt 700.000 krónur eftir, og tað er framvegis nógvir pengar, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.
Nakað, sum gekkavinnarin er serliga fegin um, er, at hon nú ikki skal hugsa um at sleppa sær av við ryssuna, sum hon fekk frá pápanum, Eirikki Reynheim, í november í fjør.
- Babba doyði av krabbamein í januar, og tí hevur tað bara verið ein inntøka í húsinum, og tað er ikki nógv, tá mamma hevur hús, bil, fjós og annað at betala. Men nú skulu vit ikki hugsa um tað, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum sigur, at tey hava hugsað nógv um pápan seinastu dagarnar.
- Honum dámdi væl at spæla eitt nú Lotto og V4, og tá stórir vinningar vóru á skránni, var hann altíð klárur at spæla. Eg rokni við, at hann hevði verið nakað glaður, um hann hevði verið her nú og upplivað hetta, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.
Tá Gekkurin aftur er á skránni fríggjakvøldið, er hann á 100.000 krónum. Hóast tað ikki er ein millión, heldur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, at tað eisini eru nógvir pengar at vinna, men hon væntar ikki, at hon fer at spæla við.
- Eg havi ongantíð verið tann, sum hevur tímað at spælt hesi ymsu spølini, og nú vann eg seinasta fríggjakvøld, so eg rokni ikki við, at eg fari at spæla við aftur hesaferð.