Astrup takkar fyri seg

? Eg og konan hava altíð ætlað okkum at flyta aftur til Danmarkar, og eg haldi, at vit skulu gera tað, meðan vit framvegis kunnu tyggja gras, sigur Jørn Astrup Hansen, sum 1. mai gevst sum forstjóri í Føroya Banka

Mánamorgunin boðaði nevndarformaðurin í Føroya Banka frá, at Jørn Astrup Hansen gevst sum forstjóri í bankanum 1. mai.
Hví gevst tú sum stjóri í Føroya Banka?
? Hasin spurningur er júst ein orsøk til, at eg gevist. Eg vil heldur gevast, meðan fólk spyrja, hví eg gevist, og áðrenn fólk fara at spyrja, hví eg ikki gevist.
? Eg og konan hava altíð ætlað okkum at flyta aftur til Danmarkar, tá ið eg var liðugur at arbeiða í Føroya Banka, og eg haldi, at vit skulu gera tað, meðan vit framvegis kunnu tyggja gras, sigur tann 62 ára gamli bankastjórin.

Uppgávan var trupul
Jørn Astrup Hansen kom til Føroya at verða bankastjóri í 1993, tá ið kreppan í føroyska samfelagnum av álvara fór at gera um seg, og alt bankakervið var í vanda fyri at kollsigla. Jørn Astrup gjørdist stjóri í Sjóvinnubankanum, og tá ið bankin legði saman við Føroya Banka í 1994, varð Astrup setti sum stjóri í samanlagda bankanum.
? Eg og konan koma rættiliga knappliga til Føroya í 1993, og vit roknaðu við at vera her í eini trý ella fýra ár. Men uppgávan, sum eg varð settur at loysa, vísti seg at verða nógv størri og truplari, enn vit høvdu roknað við, og tí varð eg verðandi longri enn ætlað.
? Nú haldi eg, at eg kann siga, at uppgávan hjá mær er loyst, hóast tað tók eitt sindur longri tíð, enn eg hevði roknað við, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hvat nú?
Frá 1. mai er uppgávan hjá Astrup í Føroya Banka liðug, og hann flytir tá aftur til Danmarkar at búgva.
? Eg havi verið sera glaður fyri at verða í Føroyum, okkum hevur dámt sera væl her, og nú vit fara avstað aftur, liggur ein partur av okkum eftir í Føroyum.
Hvat fert tú nú at gera?
? Eg havi verið í bankavinnuni í 30 ár, og nú haldi eg, at tað skal henda nakað nýtt. Tað er meira í lívinum enn yvirtrekk. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg fari at gera, men eg ætli mær ikki at vera bankastjóri ella hava eitt 8-til-4 arbeiði næstu tíðina. Kanska fari eg at skriva eitt sindur, og annars taka onkrar uppgávur meira ad hoc.
Jørn Astrup Hansen og konan flyta til Keypmannahavn at búgva.