Jørn Astrup Hansen hevði ein virknan leiklut, tá ið ið Fíggjareftirlitið í 2010 kannaði støðuna í Eik Banka, sum var um at kollsigla. Hendan kanning hevði við sær, at Eik Banki nakað seinni var bjargaður av Fíggjarligum Støðufesti.
Tað kemur fram í nýggjari bók um Jørn Astrup Hansen, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og sum snýr seg um tíðina hjá Astrup í Føroyum.
Tann 19. august í 2010 var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidegaard, á fundi við danska vinnumálaráðharran og stjóran í Fíggjareftirlitinum. Tá metti Fíggjareftirlitið, at støðan í Eik banka var ikki hóttandi. Bert fimm vikur seinni fór Fíggjareftirlitið undir eina kanning av Eik, og hon endaði við, at Eik tann 30. september í 2010 mátti lata seg yvirtaka av Fíggjarligum Støðufesti. Bankin var í grundini farin á heysin, men varð loftaður av Fíggjarligum Støðufesti.
Jørn Astrup Hansen spældi ein leiklut í hesari gongd, tí tað var hann, sum seint í august í 2010 ávaraði Fíggjareftirlitið um, hvussu álvarsom støðan í Eik veruliga var. Í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið greiðir Astrup soleiðis frá:
– Á heysti í 2008 gjørdi Fíggjarligt Støðufesti meg til nevndarformann í EBH Bank, sum var fyrsti bankin, ið fór á heysin undir bankapakka 1. EBH Bank hevði umfatandi virksemi við stórum váða saman við Eik Banka, og tá ið EBH Bank fór, stóð Eik Banki einsamallur eftir við virkseminum – og váðanum.
– Í EBH Bank kom eg javnan fram á Eik Bank Danmark, sum virkaði á sama viðkvæma marknaði, sum í 2008 kostaði EBH Bank lívið. Í 2009 varð eg knýttur at einari serligari kanningarnevnd, sum skuldi kanna orsøkirnar til bankakrakkið í Íslandi. Har fekk eg eitt ræðandi innlit í virksemið hjá Kauphting. Tað órógvaði meg, at Eik Banki í 2008 yvirtók føroyska partin av virkseminum hjá Kauphting við at gjalda eina munandi upphædd fyri goodwill – eitt fyribrigdi, sum vit seinnu komu at hoyra nógv um í Føroyum.
– Eg hevði nógvar orsøkir til at stúra, tá ið eg í august í 2010 í øðrum samanhangi vitjaði í Føroyum. Hendan vitjan styrkti um mín illgruna og mína fatan av støðuni: Eik fór ikki at megna at standa á egnum beinum, tá óavmarkaða statstrygdin fall burtur tann 1. oktober í 2010. Tá ið eg kom heim til Danmarkar, avgjørdi eg at seta meg í samband við Fíggjareftirlitið, sum eg í fullum trúnaði kunnaði um mína meting av støðuni í Eik banka. Restin er søga.
Nýggja bókin ”Astrup” verður løgd fram í Leiklund í Klaksvík í kvøld kl 19.30 og á Reinsarínum í Havn hóskvøldið kl 20.00. Rithøvundin og høvuðspersónurin verða báðir við til framløgurnar.