Astrup yvirtulkar

Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, og Føroya Landsstýri hava verið fyri atfinningum, nú uppskot er lagt fyri tingið viðvíkjandi eigara- og kapitalviðurskiftunum í Føroya Banka. Bárður Nielsen sigur, at politiska semjan er tað týdningarmesta í hesum málinum, og hann leggur afturat, at partur av uppskotinum er eitt politiskt signal meira enn nakað annað

- Eg haldi, at Jørn Astrup Hansen yvirtulkar eitt sindur, tá hann sigur, at eg biði um heimild í Løgtinginum til at niðurkapitalisera bankan. Í veruleikanum gevi eg Fíggingargrunninum frá 1992 heimild til at skipa fyri "frægasta lutfallinum millum egin- og fremmandakapital" í Føroya Banka. So stendur víðari í uppskotinum "við niðurskriving av kapitalpørtum grunsins í P/F Føroya Banka." Tað kann væl vera, at hasin setningurin eigur at verða strikaður, tí tað er upp til Fíggingargrunnin saman við bankanum at gera av, hvussu kapitalviðurskiftini skulu skipast. Eg varði av Fíggingargrunninum, og tískil gevi eg honum eitt tekin um, hvat tað er, sum Landsstýrið ynskir. Síðani er tað ein uppgáva hjá Fìggingargrunninum at fara víðari til Føroya Banka, sigur Bárður Nielsen, fíggjamálaráðharri.
Bárður Nielsen leggur afturat, at um mann kallar tað vinningsbýti ella niðurskriving av kapitalpørtum, tað hevur ikki so stóran týdning. Tað skal Fíggingargrunnurin nokk finna útav, sigur hann.
- Tann týdningarmesti parturin av hesi tilgongdini er, at allir partar eru samdir. Nú tá mann hevur eina rímiliga politiska semju, so er tað týdningarmikið at fáa gongd á, sigur Bárður Nielsen.

Er 20% rætt?
Men ein annar spurningur er, um 20% er rætti talið, tá hugsað verður um sølu av partabrøvum í Føroya Banka.
- Hetta er startskotið upp á einskiljingina, sum hevur verið á veg í fleiri ár. Og tí hevur mann mett, at tá semja er fingin í lag um at fara hóvliga til verka, so halda vit, at uppskotið er í lagi. Men tað er ongin ivi um, at stóð tað til mín, so skuldi mann havt eitt uppskot, sum loyvdi eini sølu av upp til 100% av partabrøvunum , til dømis yvir 10 ár. Tað uppskotið legði eg eisini fram á landsstýrisfundi, men tað varð ikki semja um uppskotið, sigur Bárður Nielsen.
Men átti landsstýrismaðurin ikki at greitt landsstýrinum frá, at tá mann bert ætlar at selja 20% av partabrøvunum, so fer prísurin helst at verða lægri. Hetta kemst av, at íleggjarar vita ikki rættuliga, um Føroya Banki verður privatur banki, ella um tað almenna ætlar at halda fast um meirilutan, sum tað hevur gjøgnum Fíggingargrunnin. Tískil fer tann ótryggleikin hjá íleggjarum helst at virka fyri, at eftirspurningurin verður minni og prísurin tískil lægri.
- Tað eri eg púra samdur í, men politisk semja varð ikki um at selja meira enn 20%. So nú meini eg, at tá mann hevur fingið eina semju í lag, so má mann byrja upp á tilgongdina. Hetta er eitt politiskt signal, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.

--