»Í framsýningini Crossing Boundaries luttaka 15 listafólk frá Artemisia Gallery í Chicago.
Tey seinastu fimm árini hevur Artemisia havt myndlistarligt samband við Týskland, Ísland, Skotland, Kina og Korea. Við framsýningini í Føroyum verður enn eitt samstarv staðfest, ið byrjaði við, at føroysk listafólk í oktober 1997 sýndu fram standmyndir og málningar í Artemisia.
Framsýningin bar heitið Islands in the Mist: Six Artists from the Faroe Islands.
Úrvalið av verkum, ið her verður sýnt fram, avspeglar áhugan hjá Artemisia Gallery fyri tí stóra umheiminum, og her verður hugtakið mørk rannsakað úr ymsum sjónarhornum. Artemisia Gallery er eitt samvinnutiltak, ið einans konufólk eru limir í og eiga, og summi av listaverkunum bera brá av, at kannað verður, hvussu mørk verða sett fyri leiklutin hjá kynunum - úr persónligum, kynsligum, søguligum ella satiriskum sjónarhorni. Í mótsetningi til hetta viðgera summi av verkunum hetta hugtak við at lata landslagið tala. Men landslagið vísur aftur á listakvinnurnar innaru topografi. Samanumtikið umboðar Crossings tey listarligu og presónligu mørk, sum hesar listakvinnur kenna og uppliva, og tað, ið eggjar tær til estetiskt at ferðast handan hesar avmarkingar«.
Olivia Pedrides