VISIÓN 2015
Livistøðið í Føroyum skal hækka, Føroyar skulu verða millum fremstu lond í OECD í 2015, føroyski búskapurin skal vera sjálvberandi, og vælferðarsamfelagið útbygt.
Hesi føgru orðini eru grundarlagið undir aðalorðaskiftinum, sum Løgtingið setti sjøtul á í dag.
Men eitt eru føgur orð, sum saman verða kallað Visión 2015. Eitt annað er at seta út í kortið, hvussu vit røkka hesum endamálum. Støðið undir aðalorðaskiftinum í dag er nevniliga eitt uppskot til vinnupolitikk, sum Vinnumálaráðið seinasta hálvtannað árið hevur orðað. Uppskotið er ein partur í arbeiðnum at útgreina visiónina, og skal vera støði undir tí meira ítøkiliga arbeiðnum. Heitið á uppskotinum er Visjón 2015 Vinnupolitikkur At gera tað vit duga best.
Vinnumálaráðið staðfestir í uppskotinum, at skal visiónin røkkast, er neyðugt at fokusera á teir samfelagstættirnar, sum hava ávirkan á búskapin og kunnu stuðla vøkstri.
Sjálvur hevði Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, ikki møguleika til at gera viðmerkingar til Sosialin í dag, men í fororðinum til uppskotið, staðfestir hann m.a. at stundum verður alheimsgerðin søgd at hava skaðilig árin á búskaprligu og vinnuligu umstøðurnar, men við rætta vinnupolitikkinum kann meiri alheimsgerð hava við sær størri fyrimunir enn vansar fyri føroyska borgaran.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at vinnupolitikkurin hjá Landsstýrinum skal byggja á marknaðarbúskap við vælvirkandi kapping á marknaðum, har politiski myndugleikin leggur karmarnar. Hetta er hoyrt fyrr, men nýggi vinnupolitikkurin vísir á, at ávís viðurskifti mugu broytast, áðrenn marknaðarbúskapurin kann virka til fulnar í Føroyum. Serliga týðandi er, at produktivitetur og nýskapan økjast. Her skal tann sonevndi bygnaðarpolitikkurin, sum er partur av nýggja vinnupolitikkinum, tryggja vælvirkandi marknaðir, og harafturat skulu tillagingarevnini hjá starvsfólkum verða so góð sum gjørligt.
Í ískoyti til nýggja vinnupolitikkin er eisini frágreiðing og tilmæli um stovnsetan av granskarapark. Mælt verður til at fara undir gransking í biotøkni og biokunning, sum ávikavist eru nýtsla av biotøkniligum hættum í sambandi við matvøruframleiðslu, manna- og djóraheilsu, og nýtsla av kunningartøkni innan tey biotøkniligu økini. Granskaraparkin skal útvega váðafúsan kapital úr Føroyum og útlondum og skal skipast sum alment partafelag.
Í uppskotinum verður mælt til at játtaði 7 mió. kr. til forkanning og prosjektering av parkini, og í trý ár skulu játtast ávikavist 28, 24 og 18 mió. kr. til bygging.
Í fyrstu atløgu skal rakstur játtast 4 tey fyrstu árini, og síðan skal meting gerast. Um almenn játtan framvegis er neyðug, skulu 4 mió. kr. játtast fyrsta árið, og næstu árini verður árliga játtanin 3 mió. kr. um árið.
Annars skal granskaraparkin fíggjast uttanífrá.
Hesi mál skulu tinglimir viðgera úr uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum:
· Arbeiðsmarknaður
· Útbúgving
· Skatta- og avgjaldspolitikkur
· Tryggingarmarknaður
· Generell vinnulóggáva
· Einskiljing av almennum fyritøkum
· Náttúrutilfeingi
· Matvøruøki
· Vøru- og tænastumarknaður
· Samferðslukervi
· Gransking og vitanarspjaðing
· Íverksetan
· KST-nýtsla
· At marknaðarføra Føroyar uttanlands