»At hungra fólkið í Gaza er kanska tað rætta og moralska at gera«

Tað sigur ísraelski fíggjarmálaráðharrin Bezalel Smotrich

Bezalel Smotrich er kendur fyri sínar víðgongdu útsagnir

Ísraelski fíggjarmálaráðharrin, Bezalel Smotrich, segði mánadagin, at tað at hungra teir tvær milliónir íbúgvarnar í Gaza "kanska er tað rætta og moralska at gera", men at "heimurin ikki hevði loyvt tí". Fíggjarmálaráðharrin segði eisini, at ein avtala við Hamas hevði verið vandamikil fyri Ísrael, og at bert fáir gíslar høvdu blivið leyslatnir. Orðini fullu á árligu Katif ráðstevnuni, ið viðger aktuell samfelagsviðurskifti í Ísrael.

 

Tað skrivar ísraelska avísin Haaretz.

 

– Tað er okkara ábyrgd at fáa gíslarnar leyslatnar, segði Smotrich, men ein avtala tryggjar bert, at heilt fáir blíva leyslatnir, og meginparturin verður dømdur til fangahald í Gaza. Hann segði eisini, at ein avtala "dálkar tey framdu krígsavrikini", setir trygd Ísraels í vága og loyvir Hamas at koma fyri seg.

 

– Ongin hevði latið okkum hungra tvær milliónir sivilfólk, hóast tað kanska er tað rætta og moralska at gera, til vit fáa okkara gíslar aftur," segði fíggjarmálaráðharrin.

 

– Eg haldi sjálvur, at tað er gjørligt at fáa teir allar [gíslarnar, red.] heim, segði hann eisini: Um ongi ábyrgdarleys fólk vóru her, sum í fleiri mánaðir veiktu ísraelsku støðuna og lupu á stjórnina – politisku leiðsluna, herin, øll – við fyrilitsleysum mótmælisátøkum, har tey kravdu eina avtalu og tað beint nú.

 

Bezalel Smotrich er formaður í einum høgravíðgongdum flokki, sum er partur av stjórnini hjá Netanyahu. Flokkurin varð stovnaður í 2023, tá tveir flokkar – Átrúnaðarligi zionistiski flokkurin og Jødiska heimið – løgdu saman.

 

Bezalel Smotrich er kendur fyri sínar víðgongdu útsagnir