Føroyingar elska at kjakast. Føroyingar kjakast um alt møguligt; tað veri seg við nátturðaborðið (eftir tíðindini sjálvandi), "undir vegginum", á gøtuni, niðri í neystinum, í telefonini, framman fyri sjónvarpsskuggan (um hvørja rás man skal hyggja eftir), við føðingardagsborðið tá familja og grannalag eru savnað, ella gjøgnum telefonina. Føroyingar (halda seg) duga at kjakast um alt, og um einki annað er at kjakast um, so ber til at kjakast um veðrið ella ódugnaligar politikarar.
Fólksligi almenningurin er fyltur við kjaki. Og borgarligi almenningurin somuleiðis. Politikarar kjakast á tingsins røðarapalli, í útvarpinum ella í bløðunum. Fólk skriva síður upp og síður niður við vreiðum lesarabrøvum og kronikkum. Alt ber til at kjakast um, og kjakast verður dúgliga, hóast flestu føroyingar halda seg til tað munnliga, tað beinleiðis kjakið, heldur enn at róta seg inn í skrivligar debattir, ið kunnu eftirkannast av framtíðini og lasta teg fyri tínar meiningar tú hevði "tá tú vart ungur og óvitugur".
Serliga nú á døgum er avbært. Skrivar tú okkurt í bløðini, verður tað lagt á ein databasa, sum framtíðarinnar føroyingar mega leita í. Tínar syndir verða ikki gloymdar. Hevur tú fest tínar meiningar á blað, so heftir tú fyri tí restina av lívinum. Tí er neyðugt at orða seg sakliga og skilagott. Hetta er ikki á sama hátt neyðugt tá tú førir munnligt kjak. Her verða tíni orð skjótt gloymd, og um onkur roynir at ákæra teg fyri tínar meiningar, kanst tú bara halda uppá, at "tað havi eg ongantíð sagt", ella "tú manst hava misskilt meg". Tí er grundleggjandi munur á munnligum og skrivligum kjaki. Kjakast tú beinleiðis við onkran, ið er í somu geografisku støðu sum tú, hevur tú møguleikan at bjarga einari óhepnari støðu við t.d. at nýta humor ella kanska beinleiðis vald, ið kann køva eina víðari tulking av tínum útsøgnum.
Virtuelli almenningurin
Sum nevnt kann einhvør fara inn á greinasavnið hjá Sosialinum og leita upp hesa greinina við at skriva antin mítt navn ella onkur orð, ið hava við evnið at gera, t.d. "kjak". Leitiorðið "kjak" gevur í skrivandi stund 2417 greinar at leita ímillum, ið á ein ella annan hátt; í meiri ella minni mun snúgva seg um kjak. Í greinasavninum hjá Dimmalætting er samsvarandi talið 2455. Um ein vil vita eitt sindur (nógv) um kjakið í Føroyum hesi seinastu 7-8 árini, so eru greinasøvn av hesum slagi sera góð amboð at vinna sær eitt skjótt yvirlit yvir hetta tíðarskeiðið. Gamla mannagongdin við at leita í dagar og vikur á bókasavninum ella á skjalasavninum, í vón um at finna okkurt spennandi, er farin, um ikki man er søgufrøðingur og vil longur aftur í tíðina at granska. Nú er sjálvt bíblian løgd út á netið við leitifunktión, soleiðis at nærum hvør smá-drongur kann finna sær bíbilsk skrivtstøð fram og seta tey í tað høpi, ið man hóva honum. Sannleikin verður nú funnin á netinum; ikki í lestrarbókini sum fyrr.
Men almenningurin strekkir seg víðari. Ikki einans eru borgarligi og fólksligi almenningurin umboðaðir á netinum - antin í lukkaðum ella hálvlukkaðum databasum, ella í opnum leitiskipanum sum "Google" ella "Yahoo". Tey seinastu tíggju árini er vorðin skaptur eitt slag av "virtuellum almenningi". Flest fólk kanna e-post minst fleiri ferðir um vikuna, og flestu yngru føroyingar hava helst roynt at "kjatta" á netinum, t.d. á "Vaksnamanna_chat", "Faroese_chat" ella "Jesus_chat", og harígjøgnum at skapa sambond og vinarbond, ið mangan kunnu gerast eins sterk og vóru tey skapt gjøgnum traditionella fólksliga almenningin í t.d. heimbygdini. Eg veit enntá dømi um at pør hava funnið saman á kjattinum og eru vorðin gift og hava fingið børn.
Eitt annað fyribrigdi, sum er tað henda greinin í grundini snýr seg um, er "kjakforumið". Vanliga fatanin av einum kjakforumi er t.d. løgtingið, har landins kosnu menn ("and women!!!") kjakast um mál, ið eru uppi í tíðini. Eisini hava út- og sjónvarpini altíð dugað væl at skipað fyri ymiskum kjaksendingum, har serliga "Fimmarin" hjá ÚF man vera tann kendasti. Saman við út- og sjónvarpingini av tingsins kjaki, er stórur partur av borgarliga almenninginum nú vorðin fjølmiðlaður. Øll hava møguleika at fylgja við í landsins viðurskiftum, og almenningurin er enntá víðkaður so mikið, at vit á okkara døgum mega tosa um ein "alheims almenning". Hetta varð seinast prógvað við umfatandi samkensluni og innsavningini til ofrini av flóðalduni í Suðurasiu um nýggjársleitið.
Eg havi áður nevnt fyribrigdini "e-post" og "kjatt". Bæði tvey eru framúr samskiftisamboð, serliga um hybridar sum t.d. "messenger" ella "ICQ" verða tiknir í nýtslu. Við hesum amboðum ber til at føra eitt intensivt samskifti við nógvar vinir og kenningar samstundis. Ein fær veruliga effektiviserað sín sosialitet á henda hátt. Man kann vera við í nógvum ymiskhættaðum projektum samstundis, eisini hóast hesi projektir t.d. eru í geografiskari fjarstøðu frá hvørjum øðrum.
Øll hesi tól hava tó tann vansa, at man noyðist at halda seg til meiri ella minni tveysom sambond. Sjálvandi ber til at senda út felagsmeylir, og eitt innlegg á kjattinum kann skapa respons frá nógvum síðum. Ein onnur avmarking her er tó, at samskiftið fer fram í "núinum". Samskiftið, ið verður framleitt, er í stóran mun ætlað at verða gagnnýtt beinanvegin - á sama hátt sum kjakið "undir vegginum" í føroysku markatalsbygdini verður framleitt og gagnnýtt í núinum, og harvið eisini mangan gerst sera humoristiskt. Tó kenni eg nógv, ið nýta meylin sum eitt slag av dagbók ella kalendara, ið sostatt er við til at stýra og planleggja gerandislívið. Óivað eisini ein nyttug funktión. Men tað ið veruliga er áhugavert við alnótini, er at til ber sum einstaklingur at røkka prinsipielt sæð óendaliga nógvum móttakarum við at leggja eitthvørt tilfar út á netið.
Hetta er ultimativa gagnið av internetinum: Við at leggja ting út á eitt opið system, verður tín "vøra" røkkilig fyri øll, ið skilja títt mál og tín hugsunarhátt. Um málið er føroyskt, avmarkar tað seg sjálvt, men um málið er enskt, so kann ein sangur, ein grein ella okkurt annað í prinsippinum verða lisið av miljardum her á jørðini. Ógvandi tanki!
Ymisk føroysk kjakforum
Tað er her vit koma aftur til kjakið. Virtuelli almenningurin hevur hesi seinastu árini eisini boðið kjakinum vælkomnum undir sínar veingir. Nógvir hættir eru at kjakast á netinum. Fyri tað fyrsta hava ymiskt kjakforum ymiskhættaðar brúkaraflatar og ymiskar møguleikar og vansar. Fyri tað næsta er sosiala organiseringin av kjakforuminum avgerandi fyri undir hvørjum fyritreytum kjakið kann fara fram. Og fyri tað triðja kunnu kjakforum bæði lesast av tí absolutta almenninginum, ella kunnu tey einans verða lisin um tú hevur atgongdskodu til forumið, soleiðis at einans ein útvaldur almenningur fær lisið innleggini. Eg vil í restini av hesi grein geva dømi um nøkur føroysk kjakforum, ið eru sera ymisk á nógvar hættir, men sum øll eru opin fyri absolutta almenninginum, t.v.s. at tygum, ið lesa hesa grein beint nú mega fara ein túr út á netið og kanna og vurdera.
www.uf.fo/zip Eitt tað simplasta kjakforumið í føroysktmælta virtuella almenninginum er ZnikZnak hjá ungdómssend-ingini Zip hjá ÚF. Kjakið er serliga ætlað ungum, og hevur ein sera sprøklutan málburð. Kjakið er býtt upp í eitt ljósareytt gentukjak, har kjakast m.a. verður um dreingir, dildoir, tampax, útsjónd, hjartasorg og sjálvmorð, og eitt ljósablátt dreingjakjak, har kjakast m.a. verður um gentur, murtar, telduspøl og? jú mín sann, trúarmál. Tað er nærum ógjørligt at finna runt í ZnikZnak, og er man ein seriøsur kjakari, er hetta neyvan staðiÐ. Men um man gjarna vil umseta síni teenage-hormonir til ósamanhangandi setningar og smileys í hópatali, júmen so er ZnikZnak óivað tað rætta. Tann stóri trupulleikin hjá ZnikZnak er, at ein ikki noyðist at skráseta seg fyri at sleppa inn at kjakast. Hetta merkir m.a. at einhvør kann skriva tað honum lystir. Einasta verjan móti óhumsku er kjakansarin, ið skal royna at sletta tey fúlastu innleggini. Mong munnu enn minnast Zip-episoduna í summar, tá ið tað varð avdúkað, at kjakið í stóran mun varð nýtt til at hanga ávísar persónar út, ið ongan møguleika høvdu at verja seg. Tó er tað í ávísan mun gjørligt hjá einum dugnaligum kjakansara at finna fram til tey seku og harvið at nokta teimum atgongd til kjakforumið.
www.faroenet.fo Tá man skal viðgera føroysk kjakforum, er ringt at sleppa uttanum Faroenet. Faroenet er mær vitandi elsta føroyska kjakforum, ið enn er á lívi. Tað hevur verið eitt tað mest vitjaða kjakforumið, og er tað framvegis. Ein tann størsti trupulleikin við hesum kjakforumi er, at tað er illa stýrt. Hóast til ber at skráseta seg sum kjakara, eru tað fá, ið gera tað, og hetta merkir, at kjakstøðið á Faroenet sjáldan verður serliga høgt.
www.kvinna.fo Heimasíðan hjá "Kvinnu" hevur tað higartil nýggjasta skotið á føroyska kjakmarknaðinum. Kjakið er serliga ætlað kvinnum (harav navnið), men har konufólk eru, er skjótt at eisini mannfólk rekast. Kvinna.fo er serstakliga væl vitjað. Síðani ljósareyða heimasíðan varð løgd á alnótina, hevur hetta kjakið verið tað mest vitjaða yvirhøvur. Kjakið á kvinna.fo er býtt upp í trettan kjakbólkar, soleiðis at lættari er at finna runt. Annars er sama støða galdandi á kvinna.fo, at ein kann skriva innlegg uttan at geva sín veruliga samleika til kennar. Hetta krevur sjálvandi, at kjakansarin fylgir væl við og reinsar út tey innlegg, ið antin eru ov óseriøs ella beinleiðis óndsinnað. Tað áhugaverda við hesum kjakinum er, at fleiri kvinnuevni verða tikin upp, ið annars plaga at liggja duld handan føroyska almenningin, so sum fosturtøka, hjúnaskilnaður, sex-leikur, síðuspring og fleyging. Hetta er møguliga besta frágreiðingin uppá hví kjakið er so væl vitjað. Tað hevur eyðsýnt verið ein risatørvur á einum kjaki, ið beinleiðis talar til kvinnurnar uttan fyrst at verða drigið gjøgnum ein moralskan sensur.
www.kjaktorg.com/tjodveldi Um man er áhugaður í politikki, er kjaktorgið hjá Tjóðveldisflokkinum helst eitt gott boð. Her verður kjakast um mangt og hvat, og kanska serliga um illsintar tjóðveldismenn. Sum í omanfyri nevndu kjakunum er vansin her, at ein ikki noyðist at avdúka sín samleika tá ein skrivar. Soleiðis hevur hetta kjakið mangan verið fylt við innleggum á sera lágum støði, har persónar eru vorðnir hunddálkaðir av sonevndum "huldufólkum", t.e. samleika- (og samvitsku-) leysum kjakarum, ið "haunta" kjakið við slatri og óhumsku av ymsum slagi. Hetta er satt eitur fyri eitt kjak, og er tískil alneyðugt, at kjakansarin er skjótur at sletta innlegg, ið eru ov harðrend. Eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur eitt kjakforum á heimasíðuni.
www.nordlysid.fo Eisini finnast meiri lokal kjakforum. M.a. hevur Leirvíkar kommuna eitt kjakforum, har eitt tað mest týðandi kjakið hevur verið um ferðslutrupulleikan, ið stendst av komandi Norðoyatunlinum. Á hesum kjakinum er neyðugt at skráseta seg, men ikki neyðugt at skráseta sín veruliga samleika. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum er eisini eitt kjak, ið mest av øllum snýr seg um lokal viðurskifti. Heldur ikki her noyðist man at avdúka sín samleika. Men av tí at støðið á kjakinum kom niður á eitt alt ov lágt støði, tók blaðstjórin á Norðlýsinum ta avgerð at tilskila sær rætt at sensurera tey vánaligastu innleggini. Tó hevur man framvegis møguleikan at skriva beinleiðis inn í kjakið, um man skrásetur sín samleika.
www.pop.fo Um einki krav er um samleikaskráseting, tá er sum sagt lætt hjá einum kjaki at fara av sporinum og gerast óseriøst. Hinvegin skapa dulnevnd kjakforum møguleikan fyri at einstaklingar, ið annars ikki høvdu tikið blaðið frá munninum, seta seg við telduna og skriva um skeivleikar og órættvísur í samfelagnum. T.d. hevði neyvan nakar torað at kjakast um dildoir og kynsligar "preferansur", um ikki man slapp undan at avdúka sín samleika. Eisini kann vera ringt hjá einum kjakforumi at yvirliva um ikki fólk sleppa at vera dulnevnd. Kjakið á pop.fo - eitt kjak um tónleik og tónleikarar - er eitt dømi um eitt vælriggandi millumting. Á pop.fo er ikki neyðugt at skráseta sín sanna samleika. Men hinvegin er neyðugt við einum brúkaranavni. Um ikki tú hevur eitt brúkara-navn, so verður tú noyddur at skráseta teg sum brúkara, har tú noyðist at uppgeva eina teldu-postadressu, soleiðis at í minsta lagi kjakansarin kennir tín samleika. Fyri almenningin kanst tú velja at kalla teg "Elvis", "Ozzy" ella hvat tú vilt.
www.kjak.fo Tað kanska mest framkomna almenna føroyska kjakforumið er kjak.fo. Hetta er eitt dygdarkjak, ið hevur nógvar tøkniligar møguleikar sum privat boð, foto-album, leitiskipan og kjattrúm. Tó, skalt tú kunna gagnnýta hesar møguleikar er aftur neyðugt at skráseta teg sum brúkara. Tú kanst sjálvandi skriva innlegg inn uttan nakra samleikaváttan. Men tá stendur ein av kjakansarunum (her eita teir "kjakleiðarar") og ansar eftir at dygdin er nóg góð. Tað serliga við kjak.fo er, at tað í grundini finnast fýra "tignir" av kjakarum. Fyrst eru tað administratorarnir, ið "eiga" kjakið og røkja tað tekniska og annars hava rætt at sletta/broyta øll innlegg á kjakforuminum. Síðani eru tað kjakleiðararnir, ið stýra kjakinum og hava rætt til at sletta/broyta øll innlegg í tí kjakrúmi teir eru settir at ambæta. Trið eru skrásettu brúkararnir, ið kunnu sletta/broyta síni egnu innlegg. At enda eru tað tey tilvildarligu vitjandi, ið vanliga bara skriva eitt ella tvey innlegg áðrenn tey fara víðari. Á kjak.fo verður serliga kjakast um átrúnað, politikk og tónleik. Men møguleikar eru at kjakast um alt millum himmal og hørð - undir skipaðum umstøðum.
Niðurstøða
At kjakast á netinum er eitt sera áhugavert fyribrigdi. Tey kjak-forumini, ið eg havi ummælt í hesi greinini eru einans tey, ið aktuelt eru mest vitjaði, og tískil áhugaverdast. Men stórur munur er á ymisku kjakforumunum, og hvar man velur at kjakast er ein spurningur um minst trý ting: 1) Hvat ynskir man at kjakast um? 2) Hvussu seriøst ynskir man at kjakast? 3) Ynskir man kjakast dulnevndur, ella ynskir man at kjakast saman við veruligum fólkum.
Serliga hetta síðsta er ein áhugaverdur spurningur. Tann sjálvsagdi fyrimunurin, ið er við dulnevndum kjakinnleggum, nevniliga at fólk tora at kjakast um ting tey annars ikki høvdu torað at lagt navn til, verður í ávísan mun uppvigaður av meiri sakleika í teimum kjakunum, har kjakararnir eru meiri ella minni kendir. Um kjakararnir eru kendir, er neyðugt at duga ein nøkulunda kjaksið, tí annars tímir eingin at kjakast við teg í longdini... nakað ein kundi kallað "Bigga-syndromið". Ella verri enn... tú kanst verða útblakaður og møguliga eisini settur í karantenu av kjakansaranum.
Líkasum tað at kjakast er ymiskt alt eftir um tú kjakast óformelt sum við nátturðaborðið ella formelt sum á tingsins røðarapalli, líka so ymiskt er tað at kjakast á netinum. Sumt kjak er meiri at líkna við leysaprát, og leggur seg tætt uppat kjatt-fyribrigdinum í stíli, men er mest at meta sum "statements"; "virtuelt grafitti", og ikki sum veruligt kjak. Annað kjak er meiri seriøst og verður meiri at líkna einum politiskum kjaki. Fyri at hetta seinna skal kunna eyðnast tykist tó vera neyðugt við onkrum slagi av kjak-samleika. Tað er sera ringt at fáa í lag eitt dygdargott t.d. politiskt kjak, um kjakforumið íður av "huldufólki", soleiðis at ein ongantíð kann vera vísur í hvør er, ið svarar aftur. Hinvegin kann kjak á netinum vera sera seriøst og uppbyggiligt, um rætt verður atborið. At kjakast við fólk, ið veruliga hava áhuga í at kjakast um ávís evni, kann í summum førum gerast ein háttur at læra um fyribrigdi ein annars ikki vildi havt møguleikan at kjakast um í einum gerandis fólksligum almenningi. Gjøgnum netið er knappliga gjørligt at koma í samband við fólk, ið hava nógv meiri til felags við teg sjálvan enn tey, ið tú ert tvungin at vera saman við í bygdini ella í grannalagnum.
At kjakast á netinum kann í besta føri gerast ein háttur at læra um nøkur ting, ið annars eru sera tabukend í "veruliga" almenninginum. Í virtuella almenninginum kunnu tabu um alt frá kynslívi, blokkstuðli og átrúnaði verða beind av vegnum. Í virtuella almennininum sleppur hvør at siga sína meining, í hvussu er til eitt víst. Sum eg havi víst á í hesi greinini kann hetta eisini hava óhepnar avleiðingar sum t.d. í døminum um kjakforumið hjá Zip, ið sum nevnt onkuntíð er vorðið nýtt til happing av ósekum fólki. Men samanlagt mugu fyrimunirnir av at kunna kjakast á netinum sigast at vera nógv størri enn vansarnir.