At royna nýggjar leiðir og linna avleiðingarnar

- Tað er eingin einføld loysn á trupulleikunum, nú botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru so illa fyri. Givið er, at skulu tiltøk muna nakað, koma tey at merkjast í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars, sigur Fiskirannsóknarstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin

Fiskastovnar

 

Fiskirannsóknarstovan hevur latið fiski-og tilfeingismálaráðnum sítt tilmæli um fiskiskap undir Føroyum fyri komandi fiskiár. Hetta er ein av uppgávunum, sum stovnurin hevur sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

Ítøkiligu tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni eru níggju punktum. Tilmælini eru hesi:

a) Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 Hk (bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 50%.

b) Fiskidagatalið hjá partrolarum (bólkur 2) verður minkað við 20%.

c) Eingin serlig toska-og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan um dagaskipanina. Í staðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn túr sær). Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroyar/ Íslandsrygginum.

d) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka grynri enn 200 m.

e) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum halda fram.

f) Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska-og hýsustovnurin eru komin fyri seg aftur eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.

g) Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.

h) Meskavíddin í hjáveiðiposanum í trolingini á landleiðini eigur at hækkast til 250 mm.

i) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, sleppa at avreiða.

 

Søguliga illa fyri

Fiskirannsóknarstovan sigur, at stovnarnir av toski á landgrunninum og á Føroyabanka eru søguliga illa fyri, hýsustovnurin er í skjótari minking, meðan upsastovnurin hinvegin er hampuliga væl fyri.

- Sera lítið er til av toski, gýtingarstovnurin á landgrunninum er tað minsta, hann hevur verið síðan 1961. Tí hevur toskurin alla verju fyri neyðini. Sama kann sigast um toskin á Føroyabanka. Hýsustovnurin minkar eisini skjótt, og veiðutrýstið fyri upsa er í hægra lagi. Neyðugt er við skerjingum av veiðutrýstinum, men ikki er neyðugt at skerja allar skipabólkar líka nógv, sigur stovnurin.

Støðan hjá botnfiskastovnunum er hættislig.

- ICES mælir til onga veiðu eftir toski og hýsu i? 2009, og at royndin eftir upsa í 2009 verður skerd við 20%. Tað er eingin einføld loysn á trupulleikunum, og givið er, at skulu tiltøkini muna nakað, koma tey at merkjast í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars.

Fiskirannsóknarstovan heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa stig at linna avleiðingarnar og at eggja til at royna nýggjar leiðir.

 

Størsti trupulleikin

- Størsti einstaki trupulleikin í løtuni er, at húkaflotin er alt ov stórur, og stig eiga at verða tikin til at minka um hendan partin av flotanum. Vit taka undir við, at gýtingargarstovnarnir eiga at verða størri eina minstustødd, og at veiðutrýstið verður stillað so, at veiðan er burðardygg. Hetta er grundarsteinurin í okkara ráðgeving.

Fiskirannsóknarstovan hevur síðan dagaskipanin kom í gildi, víst á, at dagatalið alla tíðina hevur verið ov høgt, og at fiskiflotin hevur verið ov stórur.

- Tað er umráðandi í eini dagaskipan, at dagatalið er ásett soleiðis, at ikki ov ógvuslig sveiggj henda í veiðitrýstinum ár undan ári. Hetta 11-ára skeiðið hevur víst okkum, at veiðitrýstið okkurt árið hevur verið nærum dupult so stórt sum ætlað.

Stovnurin sigur, at ein partur av orsøkini stavar frá serligum umstøðum í náttúruni.

- Men menningin í eitt nú tøkni ger, at skipini so líðandi gerast effektivari. Hesum má fylgjast væl við og leggjast upp fyri, so ella so.