At seta við og taka

Í øllum førum 1200 ár hava vit fingist við tilfeingi í hesum landi. Um talan var um seyð, tara, haru, epli ella okkurt annað, var altíð greitt, fyrst seta við, so taka. Nú krevst skil í sjónum!

Abbi var skipari, førdi Flower, átti Fram. Sum skipari mátti hann taka avgerðir, nú skal eg. Tá ið abbi sigldi var vitanin um lívfrøðina í havinum nakað avmarkað, og veiðiorkan tað sama, so illa bar til at skipa vinnuna á sama hátt sum á landi við greiðum ásetingum fyri stovn og tøku, hvat skuldi setast við, og hvat skuldi takast.
Kortini hava vit hagtøl aftur í hansara tíð. Vanlig ár kunnu vit fiska onkustaðni millum 25.000 og 40.000 tons av toski. Nú vita vit, at tað javna avkastið um 30.000 tons, krevur stovn av ávísari stødd, bæði til at tryggja nóg stóra gýting, virka sum buffari í veiðini og liggja uppímóti øðrum fiskasløgum. Harumframt krevst samanfall av náttúruumstøðum sum streymi og gróðri. Vit vita eisini, at toskur eftir fyrsta árið er rættiliga tryggur, verður hvørki etin av øðrum ella svimur burtur. Landleiðin tykist betur stongd enn nakar aliringur ella nøkur trøð. Vit kunnu tí goyma okkum toskin til hann er búgvin, um fimm ára aldur, tá ið hann er um átta pund og gevur mest av sær.
Ivist onga løtu í, hvat abbi hevði gjørt. Hann hevði brúkt mentan sína at ásett skilagóðan politikk út frá somu meginreglum sum á landi – og hann hevði blakað tann dekkaran í land, sum ikki hevði makkað rætt.
Støðan er ikki meiri tvørlig ella innvikla enn hetta, at fyrst setur tú á bás, síðani heingir tú upp á ás, fyrst leggur tú epli til viks, setur lomb við, metir um gýtingarstovnin, so kanst taka tær burturav at kóka, fletta, fiska. At vit ikki fyrr hava vitað, hvør rætta skipanin var í sjónum, at vit nústaðni hava granskað sjógvin eins væl og hagan og bergið, broytir ikki búnaðarligu meginregluna. Nú vita vit alsamt meira og mugu handla hareftir. Nú er høvi at brúka búnaðarmentan okkara uppá havbúnað eins væl og landbúnað. Sama skilagóða virðing fyri skaparverkinum, sama skylda at fara væl um talentirnar, sama skylda at leggja uppfyri, so vit tola stundum at leggja stilt, lata náttúruna hvíla og hava so frætt í kaggunum, at vit hvørki svølta ella mishalda lánsgjøldini, tá ið neyðugt er at seta meiri við og taka minni.
Í løtuni eru vit so í teirri støðu – og hava verið í henni í fleiri ár – at vit taka ov nógv av smáum (í fjør vóru 46% av veiddum toskum undir fýra pund); stovnurin er undirskipaður tíggjunda árið á rað, tó at hann er batnaður í nøkur ár. Hýsustovnurin er so illa fyri, at ivasamt er, um hýsan megnar at nýta sjálvt bestu náttúruumstøður til at endurnýggja seg, enn minni skapa tilgongd ið kann føra til nakra burðardygga tøku.
Kjakið í seinastuni hevur verið nakað avskeplað – heldur tú við vinnuni ella lívfrøðini? Vit gloyma, at veruliga avbjóðingin er búskaparlig burðardygd, ikki lívfrøðilig. Vit mugu lækka veiðitrýstið, tí tað loysir seg! Í løtuni svarar lóg um vinnuliga fiskiskap til, at loyvt var at skjóta haru frá 1. august; talið er kanska í lagi, men støddin skeiv.
Búskaparliga skilabesta veiðan er ikki bara lívfrøðiliga burðardygg, men harumframt tryggjar hon størst møguliga gloppið millum kostnað og inntøku, so avlopið verður størst møguligt. Tíverri er so við okkum í búnaði, havbúnaði eins og landbúnaði, at hugurin er so stórur, at vit halda áfram, sjálvt tá ið raksturin gevur hall. Har liggur eisini avbjóðing at skipa fiskivinnuna soleiðis, at hon í miðal gevur avkast í øllum skipabólkum, og hevur so avmarkað tal av skipum, manning og øðrum innsatsi sum til ber. Eisini mugu vit fáa eyga fyri, at toskur bert er avmarkaður partur av tí fiskameingi ið alist upp í búskaparøki okkara. Vit máttu kunna dríggja nøkur túsund tons av toski, nú vit hava fingið eyguni upp fyri 10.000-tals tonsum av makreli og sild og loksins lata vera við bert at keypa tosk aðrastaðni fyri hetta ríkidømi.
So er tað mátin. Búskaparliga kundu vit fyri fleiri skipabólkar spurt, um ikki betur var at uppsagt teimum við vánaligasta rakstrinum yvir tíð heldur enn at skarva av døgum hjá øllum. Hetta átti ikki at verið so, men talan er um 'marked failure,' vinnu ið ikki ber seg at sum 'búskaparligi maðurin' ger í teoriini. Heldur enn at gevu ónum minni hoyggj og vóna, at nakrar doyggja, so mugu vit umhugsa at svæva nakrar og sleppa undan, at hinar gerast várveikar.

Burðardygga politiska skipan
Sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum liggur mær nógv á sinni at menna føroyska politiska mentan, so vit fáa stýri aftur í sjálvstýri, so vit á ting velja fólk, ið ganga undan, sannføra fólk við skili, taka rættar avgerðir, ið samanlagt kunnu metast sum politikkur, tilgongd framímóti greiðum og kendum málum.
Eg bað herfyri reiðaríið um greið boð: hvørjum skulu vit leggja okkum eftir? So skal eg geva boð samsvarandi. Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins vísti mær so á stevnuskránna, har ið millum annað stendur:

»Mest loyvda veiði, tøkniligar stýringar, friðingar og tillaging í veiðiorkuni, eru saman við fiskiloyvum, besti stovnsvarðveitandi politikkur, til tess at vit kunnu gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt við besta samfelagsbúskapi fyri eyga.«

Landsnevndin útgreiðnaði hetta millum annað soleiðis í samtykt til valskránna fyri komandi val:

»- Vinnulív skal hava frælsi at virka á skipaðum marknaði
- Vinnulív skal vera leyst av bæði almennari stýring og stuðli
- Burðardygg fiskiveiða skal skipast eftir vísundaligum tilráðingum
Frælst vinnulív á skipaðum marknaði skapar størsta avkastið fyri samfelagsbúskapin. Við støði í vísundaligum tilráðingum skulu vit fremja miðvísa og burðardygga stovnsrøkt, so vit gangnýta fiskastovnar lívfrøðilga burðardygt og við besta samfelags búskaparliga avkasti fyri eyga. Tá ið landið letur rættindi til veiði og annað tilfeingi, skulu tey bjóðast út í fríum handli, og búskaparligi ágóðin koma føroyska samfelagnum til góðar.«

Samsvarandi hesum kann eg floksins vegna taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum í ár, tí uppskotið førir okkum tann vegin at koma fram at lívfrøðiligari burðardygd. Enn er nakað eftir á mál at náa búskaparliga burðardygd (mest møguligt avkast, taka fiskin í bestu stødd), men her tykist møguligt at fáa langtíðarsemju millum helst seks av sjey flokkum.
Skommin má vera hjá teimum, sum hava latið staðið til so leingi og tráðroynt eftir teimum somu atkvøðunum við at tala fólki eftir munninum, heldur enn at greiða teimum frá neyðugu tillagingunum.
Stutta av tí langa er, at vit skerja ikki fiskidagar. Heldur skipa vit fiskivinnuna við áseting av fiskidøgum eins og øðrum avmarkingum og fyriskipanum, so vit taka, hvat er tøkt, eftir at hava sett við, og so vit taka størst møguliga fiskin fyri minst møguligan kostnað.
Vit mugu velja búskaparliga burðardygd.

Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins