At veiðitrýstið minkar merkir ikki, at veiðan eisini minkar

Í sínum tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, vísir Fiskirannsóknarstovan á, at einki er, sum bendir á, at fiskast kunnu fleiri tons við fleiri troldøgum, fleiri snelludøgum, fleiri línudøgum  ella við fleiri húkum. Heldur er veruleikin tann, at í minsta lagi sama tonsatal kann veiðast við væl minni roynd enn í dag. Hetta vísa søgulig veiðitøl, heilt aftur til 1961, tá ið byrjað varð at gera stovnsmetingar undir Føroyum

Tilmæli

Beint fyri hálvan juni kom Fiskirannsóknarstovan við sínum tilmæli um, hvussu nógv stovnurin heldur, at føroyski fiskiskipaflotin kann fiska undir Føroyum komandi fiskiár.
Tað er við støði í lógini um vinnuligan fiskiskap, grein 22, stkt. 2, at Fiskirannsóknarstovan á hvørjum ári letur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt tilmæli.

Toskaveiðan minkast
Tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni fyri komandi fiskiár eru í fimm punktum:
1) Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 hk (bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 25%.
2) Eingin serlig toska-og hýsukvota verður latin skipabólkum uttanfyri fiskidagaskipanina.
3) Fiskidagatalið hjá partrolarum (bólkur 2) verður óbroytt.
4) Dagatalið á Føroyabanka verður minkað við 50% í mun til nýtta dagatalið í 2005.
5) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føroyabanka og upsa undir Føroyum halda fram.

Fiskirannsóknarstovan grundgevir eisini fyri, hví mælt verður til nevndu skerjingar, eitt nú av toskaveiðini.
- Eftir seinastu stovnsmetingunum at døma, er gýtingarstovnurin av toski á landgrunninum í løtuni so lítil, at hann bert eina ferð er mettur at vera minni, nevniliga í kreppuárunum 1991-1992.
Tað er ikki bara Fiskirannsóknarstovan, sum kemur til hesa niðurstøðu, men tað kemur altjóða havgranskingarstovnurin, ICES, eisini.
- Vit meta støðuna vera so álvarsliga, at toskastovnurin á landgrunninum mest sannlíkt ikki verður veiddur burðardygt.
Sama er við toskinum á Føroyabanka, halda Fiskirannsóknarstovan og ICES.
- Hinvegin eru stovnarnir av hýsu og upsa væl fyri í løtuni, men útlitini fyri hýsuni eru tó einki serlig. Væntandi er, at hýsustovnurin fer at minka skjótt aftur.

Burðardygg gagnnýtsla
Í sínum tilmæli vísir Fiskirannsóknarstovan til lógina um vinnuligan fiskiskap, grein 2, har sagt verður soleiðis:
"Dentur verður lagdur á  í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga".
Fiskirannsóknarstovan vísir eisini til tað, sum Skipanarnevndin segði í frágreiðing síni í 1996, tá ið fiskidagaskipanin varð sett í verk:
"Stovnsrøktarendamálið er rokkið, um gýtingarstovnurin er omanfyri ávísa minstustødd, og veiðitrýstið síðan er so, at umleið ein triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári".
- Seinastu stovnsmetingarnar siga, at veiðitrýstið eftir toski síðan 1996 hevur verið væl omanfyri 33%, meðan tað fyri hýsu og upsa yvirhøvur hevur verið undir 33%.
Lagt verður tó aftrat, at "seinastu árini fyri upsa eru sera óviss", sum tikið verður til.
- Skulu vit halda veiðisetningin, er neyðugt at minka um royndina eftir toski so mikið, at veiðitrýstið er í samsvari við setningin. Hyggja vit eftir miðal fyri 1996-2005, skal veiðitrýstið minkast 24% - og í ringasta føri 33%.

Ov høgt dagatal
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at styrkin í eini fiskidagaskipan eitt nú er, at um dagatal og aðrar reguleringar eru ásett rætt, slepst undan á hvørjum ári at gera broytingar.
- Vit hava tó, síðan dagaskipanin kom í gildi, víst á, at dagatalið alla tíðina hevur verið ov høgt.
Stovnurin heldur, at umráðandi er í eini dagaskipan, at ikki ov ógvuslig sveiggj henda í veiðitrýstinum ár undan ári, men til tess er neyðugt, at dagatalið er ásett rætt.
- Hetta 10-ára skeiðið hevur víst okkum, at veiðitrýstið okkurt árið hevur verið nærum tvífalt so stórt sum ætlað. Nakað av hesum stavar frá serligum umstøðum í náttúruni, men menningin við eitt nú tøknini hevur eisini gjørt, at skipini so líðandi eru vorðin meira effektiv.
Fiskirannsóknarstovan heldur, at neyðugt er at fylgja væl við hesum, soleiðis at leggjast kann upp fyri veksandi effektivitetinum hjá okkara fiskiskipaflota, so ella so, sum tikið verður til.
- ICES metir, at fyrivarni er ov lítið við einum veiðisetningi upp á 33%, serliga fyri hýsu og upsa. Nýggjar kanningar benda tó á, at veiðisetningurin er burðardyggur fyri tosk, um hann er 33%, meðan hann eigur at verða nakað hægri fyri hýsu og upsa.

Umhvørvislig ávirkan
Í sínum tilmæli, vísir Fiskirannsóknarstovan eisini á umstøður við havumhvørvinum, sum serliga ávirka veiðievnini hjá línuni.
- Í árum við góðum gróðri, er nógv føði hjá fiskinum, sum veksur skjótt, og tá tekur hann heldur ikki so væl á línuna. Av tí, at vit hava eina skipan við stongdum leiðum, soleiðis at meginparturin av toski og hýsu verður veiddur við húki, er veiðitrýstið á toski og hýsu neyvt tengt at gróðrinum. Tí er trýstið eisini skiftandi, hóast dagatalið er hitt sama.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at gróðurin var sera lítil 2002 og 2003, og veiðitrýstið á toski og hýsu var tískil sera høgt hesi árini. Í 2004 var gróðurin beint omanfyri miðal, men veiðitrýstið minkaði kortini ikki. Aftur í 2005 var gróðurin undir miðal, og ábendingar eru um, at sama er galdandi í ár.
- Tískil er ikki væntandi, at veiðitrýstið eftir toski "náttúrliga" minkar so nógv, at tað kann venda gongdini í stovninum av toski.
Tað er tí avgerandi neyðugt, heldur stovnurin, at skerja dagatalið munandi hjá teimum veiðihættum, sum fiska tosk.
- Av tí, at toskur og hýsa verða fiskað saman í einum blandaðum fiskiskapi, eigur royndin eftir hýsu eisini at minkast  og við útlitunum fyri fyri hýsustovnin, er hetta eisini skilagott.

Steingja smáfiskaleiðir
Fiskirannsóknarstovan heldur, at best hevði verið haraftrat at stongt nakrar smáfiskaleiðir fyri øllum veiðihættum, sum fiska smáfisk, til toskastovnurin er komin fyri seg aftur.
- Tað er ikki neyðugt at skerja allar skipabólkar líka nógv. Bólkarnir 3, 4 og 5 fiska tað mesta av toskinum, og tí mugu hesir bólkar skerjast mest. Bólkur 2 fiskar bert tosk og hýsu hjá hjáveiði og av tí, at upsastovnurin er væl fyri, nýtist eingin skerjing í dagatali at vera. Mett verður ikki, at ein møgulig skerjing í hesum førinum vil ávirka hjáveiðina av toski í nakran serligan mun.
Stovnurin heldur, at eingin av skipabólkunum, sum ikki eru inni í fiskidagaskipanini, eiga at hava nakra serstaka toska-og hýsukvotu.

Søguliga gongdin
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at síðan farið varð undir stovnsmetingar undir Føroyum í 1961, hevur miðalveiðan av toski á landgrunninum, toski á Føroyabanka og hýsu og upsa undir Føroyum, verið ávikavist 24.000, 2.000, 17.000 og 35.000 tons.
- Tað er einki, sum bendir á, at fiskast kunnu fleiri tons við fleiri troldøgum, fleiri snelludøgum, fleiri línudøgum  ella við fleiri húkum. Heldur er veruleikin tann, at í minsta lagi sama tonsatal kann veiðast við væl minni roynd enn í dag.
Í viðmerkingunum til tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni, verður víst á, at minni veiðitrýst ikki er tað sama, sum at veiðan fer at minka.
- Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðina ta fyrstu tíðina, men eftir tað kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama.
Í slíkum føri er hugsandi, at færri og størri fiskar verða veiddir.
- Hetta hevur nógvar fyrimunir við sær, tí tann størri fiskurin er betri egnaður í gýtingarstovninum, í framleiðsluni og eisini fær hesin fiskurin betri prís. Á henda hátt fæst meira burtur úr einum hóskandi  enn einum ov stórum - veiðitrýsti, eins og sveiggini í veiðini ár undan ári verða minni.

Ungur fiskur
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at tilgongdin av ungum fiski er ymisk ár um ár.
- Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár minni góð. Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður tey árini, tilgongdin er góð, men samstundis verður lítið og einki eftir til árini, tá ið tilgongdin ikki er so góð. Í slíkum føri verða vakstrarevnini hjá fiskinum heldur ikki nýtt til fulnar. Samanum tikið verður úrslitið, at minni kemur upp á land, og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig, sigur Fiskirannsóknarstovan í sínum tilmæli.
Tað er Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sum stendur undir tilmælinum til landsstýrismannin.