Seinnapartin setti Fótbóltssamband Føroya teir fyrstu 1.000 atgongumerkja-pakkarnar til landsdystirnar ímóti Ungarn og Portugal til sølu.
Tað var stórur áhugi at fáa fatur í hesum pakkunum, tí tað gekk minni enn ein hálvur tími áðrenn allir 1.000 vóru seldir.
- Hetta var fantastiskt. Vit hava brúk fyri hvørjari rødd, og ein blívur ikki sørt rørdur og eyðmjúkur, um tann stuðul, ið føroysku fjeppararnir hava sýnt landsliðnum seinastu árini, sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.