Athen í miðdeplinum í ein mánað

Í 1972 komu olympisku leikirnir á so mangan hátt til Føroya, men olympiska søgan er long og spennandi og serliga standa leikirnir í 1972 sum teir, tá ið ungur amerikumaður setti met, ið neyvan verður tikið, og tá ið Útvarp Føroya av óvart var við í miðdeplinum í størsta sorgarleikinum, sum higartil hevur nívt olympisku søguna

Hjá teimum, sum eru ítróttarhugað, fara næstu vikurnar og dagarnir fram til 29. august at vera nakað heilt serligt. Hjá teimum fótbóltshugaðu er tað sjálvandi nakað heilt serligt, tá ið EM og serliga HM endaspæl eru á skránni. Men kring allan heimin verður tað roknað sum størsta ítróttartiltak yvirhøvur og kanska størsta globala tiltak yvirhøvur, tá ið olympisku leikirnir eru á skránni. Ikki olympiadan, sum tað ofta verður sagt. Olympiadan er tíðin millum tveir olympiskar leikir. Tað verður altso tosað um olympisku leikirnar, sum í gjárkvøldið vórðu settir í Athen.
            Grikski høvuðsstaðurin og Grikkaland alt sum tað er hava seinastu árini fyrireikað seg til velduga tiltakið, sum teir hava fingið litið upp í hendi at skipa fyri. Saman við góðum vinfólkum vitjaðu vit í Athen og í Grikkalandi í oktober mánað í fjør. Tá var grivið og borað og stoypt og smíðað, sum tað sjáldan ella ongantíð áður hevur verið at sæð.
            Tá vóru tað fleiri, sum undraðust á, um vegir og jarnbreytir og gistingarhús og vallir og breytir fóru at vera liðug í august. Tey, sum á altjóða stigi hava ábyrgdina av olympisku skipanini,  hava ivast. Men í Athen og Grikkalandi hava teir knappliga ellivu milliónirnar grikkar, sum fyri tað mesta liva av ferðavinnuni, og sum nú vóna at fáa serliga nógv burturúr, biðið onnur vera rólig. Hetta fór at ganga. Nú til endan hava tey spílað seg eyka út, og í gjár skuldu leikirnir so verða settir.
            Næstu vikurnar fara at vísa, um grikkarnir hava fyrireikað seg nóg væl. Tað gekk einki serligt fyrsta dagin. Fyrstu innleiðandi dystirnir í olympisku fótbóltskappingini vórðu spældir mikudagin. Tá var tað, sum tað ofta hevur verið, tá ið føroyska fótbóltslandsliðið hevur spælt á útivølli. Tað kiksaði við sjónvarpssignalinum. Grikkar sótu eina fitta løtu frammanfyri svartan sjónvarpsskíggja, og tveir av teimum, sum hava havt høvuðábyrgdina av arbeiðnum at fáa hesi tingini at rigga, løgdu beinanvegin frá sær.
            Í fyrireikingunum hevur tað havt alstóran týdning, at nýggja jarnbreytin varð bygt, og at tað harvið skuldi gerast ómakaleysari og skjótari at ferðast hjá øllum teimum, sum í hesum døgum eru í Athen. Tað eydnaðist, og so er at vóna, at tað fer at roynast betri við jarnbreytini, enn tað gjørdi við fyrstu sjónvarpingini.
 
Aftur á grundina
Tað er nakað heilt serstakt, at olympisku leikirnir hesa ferð eru í Athen. Tað er úr Grikkalandi, at olympisku leikirnir høvdu sín uppruna, og tað var í Athen, at fyrstu olympisku leikirnir í nýggjari tíð vórðu hildnir.
            Hvussu langt tað er síðani, at fyrstu olympisku leikirnir vóru, eru søgumenn ikki heilt samdir um. Men í grikskari søgu ella kanska rættari søgn verður møguleikin nevndur, at teir vóru umleið 1370 fyri Krist. Tað visti grikska skaldið Homer at siga. Upprunaliga vóru átta ár millum leikirnar, men hetta varð síðani stytt niður í fýra ár.
            Fornfrøðisligar útgravingar fyri stívliga hundrað árum síðani vístu, at leikirnir heilt víst vóru 776 fyri Krist. Tá ið rómverjarnir høvdu tikið Grikkaland, vóru teir ikki so glaðir fyri leikirnar, og tá ið síðstu leikirnir vórðu hildnir í 393 eftir Krist, var tað langt síðani, at leikirnir høvdu mist týdningin og tann status, sum teir høvdu havt í gamla Grikkalandi. Hetta var tólv ár eftir, at kristna siðalæran var vorðin statstrúgv í Grikkalandi. Olympisku leikirnir høvdu nógv samband við gomlu griksku religiónina og gudalæruna, og tí vórðu teir ikki roknaðir at hóska seg, nú Grikkaland hevði gjørt av at halda seg til kristnu trúnna.
            Men søgan um olympisku leikirnar livdi sítt fríska lív. Ikki minst í skaldskapinum, sum minti á, hvussu framúr leikirnir høvdu verið. Leingi varð tosað um aftur at skipa fyri olympiskum leikum. Serliga var hetta gjørt í Bretlandi og Fraklandi. Í 1896 vóru fyrstu leikirnir aftur á skránni, og tað varð mett upplagt, at leikirnir skuldu verða í Athen og Grikkalandi.
Franski barónurin Coubertin, sum leingi hevði arbeitt við stórum ídni fyri at endurreisa leikirnar, var fyrsti formaðurin í olympisku nevndini. Hann var formaður inntil hann doyði eitt ár eftir, at leikirnir høvdu verið í Berlin í 1936. Hann segði í 1890unum eitt nú, at tað var barnsligt at krevja, at heimsins fólk skuldu elska hvørt annað. Tað var ikki utopi at heita á tey um at virða hvørt annað, men um tey skulu virða hvørt annað, so er fyrsta neyðuga stigið, at tey læra hvørt annað at kenna, og tað er í tí sambandinum, at olympisku leikirnir eru týdningarmiklir.
            Heldur ikki í 1890unum var Grikkaland nakað serliga væl fyri fíggjarliga, og tað almenna bar seg undan at stuðla leikunum á nakran hátt. Skipað varð fyri innsavning fyri at fáa fígging, men ov lítið kom inn. Tá var tað, at ein ríkur grikki, sum búði uttanlands, legði eina millión drakmur á borðið. Hetta svaraði til 250 túsund danskar krónur, og tá var figgjarliga grundarlagið, sum tað skuldi vera.
            34 tjóðir høvdu verið við í arbeiðnum at fáa olympisku leikirnar í lag aftur. Men tá ið leikirnir vóru settir 5. apríl í 1986, vóru bara umboð fyri 12 tjóðir hjástødd. Samlaða luttakaratalið var 285, og av teimum vóru 197 úr Grikkalandi.
            Trupulleikarnir vóru nógvir undir fyrstu leikunum, men eingin ivi var um, at tað skuldi haldast fram. Fransar og Frakland vóru millum tey mest ídnu, og tí var tað upplagt, at leikirnir í 1900 vóru í París, sum harvið varð fyrsti vertsbýurin fyri olympisku leikunum uttanfyri Grikkaland.
            Í 1904 vóru leikirnir í USA, í 1908 í London og í 1912 í Stokholm. Harvið varð undirstrikað, at eisini Svøríki taldist millum tey stóru. Orsaka av heimsbardøgunum vóru eingir leikir í 1916 og í 1940 og í 1944.
 
Minnisríku leikirnir
Tá ið olympiskir leikir eru á skránni og serliga, tá ið tíðin fyri leikunum nærkast, verður nógv gjørt burturúr olympisku søguni. Allir leikirnir hava havt síni serligu eyðkenni, og tað er so ymiskt, hvat verður drigið fram, tá ið tað verður komið inn á olympisku søguna. Men tað eru einstakar hendingar og høvi, sum ivaleyst øll tey, ið hava áhuga fyri olympisku leikunum, munnu komast við.
            Í 1936 vóru olympisku leikirnir í Berlin. Hitler dugdi at síggja týdningin av tjóðskaparligari og politiskari propagandu, áðrenn tilvitanin um hetta gjørdist stór aðra staðni. Sjovið hjá Hitler eydnaðist til fulnar - næstan. Tað kom illa við hjá honum, at tað var ein svartur amerikumaður, sum stjól myndina frammanfyri allar hinar luttakararnar.
            Jesse Owens vann fýra gullkrónur. Harvið syrgdi hann ? fyribils í hvussu so er ? frammanfyri eitt hundrað túsund áskoðarum fyri, at ástøðið hjá Hitler um, at øll onnur fólkasløg lógu undir fyri tí ariska, ikki gjørdist til veruleika. Owens vann gull í 100 og 200 metra renning, longdarlopi og 4 x 200 metra stafettrenning. Tiltikið er tað, tá ið hann rætti nevan upp í loft. Hitler var so spinnandi óður, at hann ikki vildi taka í hondina á honum og ynskja óføra amerkiumanninum tillukku við sigrunum.
            Ætlanin var, at Tokyo skuldi vera vertur fyri leikunum í 1940. Men orsaka av krígnum vórðu eingir leikir í 1940. Leikirnir vórðu avlýstir longu í 1937, tá ið Japan leyp á Kina. Síðani var ætlanin, at leikirnir skuldu vera í Finnlandi, men tað bar ikki til, tí í 1940 stóð heimurin í ljósum loga. Ætlanin hevði longu undan krígnum verið, at leikirnir í 1944 skuldu vera í London. Tað bar heldur ikki til, men fyrstu leikirnir eftir kríggið vóru í London.
            Tá ið leikirnir vóru í London í 1948, vóru Týskland og Japan útihýst. Trý ár eftir 2. heimsbardaga var tosið um samanflætting av Europa í marknaðarliga og búskaparliga eind ikki kyknað av álvara. Tjóðarkenslan var framvegis ógvuliga stór kring heimin, og hetta eyðkendi leikirnar í 1948 ógvuliga nógv.
            Flúgvandi hollendarin er kent hugtak. Í 1948 syrgdi ein 30 ára gomul hollendsk húsmóður, sum átti tvey børn, fyri, at hugtakið gjørdist til ítøkiligan veruleika. Fanny Blankers-Koen vann fýra gullkrónur. Hon var best í 100 og 200 metra renning, 80 metra forðarenning og í stafettrenning. Tað ber sjálvsagt til at nevna eina rúgvu av íðkarum. Men skal ein nevnast, áðrenn tað verður lopið til 1972, so skal tað vera teir báðir, sum hoppaðu í tunnu luftini í Meksiko í 1968. Annar var Dick Fosbury, sum í hæddarlopi við bakinum til ? hetta var ikki sætt áður ? rakk 2,24 metrar og vann. Hetta lopið hevur síðani verið rópt Fosbury flop. Hin var Bob Beamon, sum í longdarlopi rakk 8,90 metrar. Eitt lopæ inn í 21. øld, søgdu tey í 1968.
 
Í 1972 komu leikirnir henda vegin
Tá ið olympisku leikirnir í 1972 vóru í Vesturtýsklandi og Múnchen, komu leikirnir nærri Føroyum. Føroyingar høvdu fylgt við og lisið og hoyrt um donsku avrikini í eitt nú fótbólti í London í 1948, tá ið Danmark vann bronsu, og í Róm í 1960, tá ið málverjin hjá AGF, Henry From, í hálvfinaluni ímóti Ungarn, sum tá taldist millum størstu fótbóltstjóðirnar í heiminum, setti tyggigummið á stólpan og harvið syrgdi fyri, at brotssparksskjúttin misnýtti. Danmark vann hálvfinaluna 2-0 og vann silvur krónur.
            Tiltikið frá leikunum í Róm í 1960 er eisini, tá ið ókendi etioparin Abebe Bikila vann maratonrenningina. Tað merkisverda og heilt serliga var, at hann var berføttur, tá ið hann rann longsta kappingarteinin!
            Olympisku leikirnir komu føroyingum nærri í 1972, enn teir nakrantíð áður høvdu verið. Tað gjørdu teir á fleiri mátar. Eitt var, at hetta var fyrsta ferðin, at tað bar til at fylgja við í sjónvarpi í Føroyum. Ikki beinleiðis og heldur ikki heima í stovuni, men tað bilti ikki. Havnarmenn skipaðu fyri, at tað bar til at fylgja við í ítróttarhøllini á Nabb. Hon var býtt sundur í eina rúgvu av básum, og so bar tað til so at siga at zappa ímillum. Í onkrum bási bar til at síggja boksning, í øðrum renning og lop, og hjá nógvum var størsti áhugin at fylgja við fótbóltskappingini, har Danmark fleiri ferðir stóð seg væl, og har ein átjan ára gamalur og 164 centimetra høgur unglingi, sum fleiri ár seinni gjørdist so at siga hálvur føroyingur, var stóra opinberingin. Eitt nú stútaði hann eitt mál ímóti Brasilia. Talan var sjálvsagt um Allan Simonsen.
            Tað kom meiri enn so fyri hesar vikurnar, at tað ikki bar flogfarinum til at lenda í Vágum. So vórðu bondini, sum komu úr Danmark, og sum skuldu vísast á Nabb, uppaftur eldri, tá ið tað bar til at hyggja at teimum. Men tað bilti avgjørt einki hjá ungum og eldri, sum vóru í Havnini seinnapartin av august og fyrrapartin av september í 1972.
            Serliga spennandi var tað at fylgja við í svimjikappingunum, har ein amerikumaður var so stinnur, sum eingin hevur verið fyri og síðani. Talan var um Mark Spitz, sum megnaði at vinna sjey gullkrónur. Nú undan leikunum í Athen hevur verið tosað um møguleikan fyri, at onkur skal leggja seg upp á síðuna av framúr amerikumanninum, men tað er ógvuliga ivasamt, um nakar fer at megna hetta. Talan var um einastandandi avrik, ið nevyan verður tikið. Mark Spitz gjørdist eitt hugtak millum ungdómar, ið royndu seg í svimjing, og tað er hann framvegis.
            Tað ber ikki til at nevna so nógvar luttakarar, sum vóru at síggja á Nabb í 1972, men tað eru tveir aðrir, sum standa frammarlaga. Annar er finski rennarin Lasse Viren, sum vann bæði 5000 og 10000 metra renningina, og so russiska fimleikagentan Olga Korbut.
            Eitt var sjónvarpingin á Nabb. Men tað, sum gav leikunum í Múnchen serligan føroyskan dám, var, at Útvarp Føroya sendi beinleiðis. Niels Juel Arge, sáli, og Jógvan Arge vóru í Týsklandi, og teir varpaðu út frá einari rúgvu av kappingum.
            Stóri skuggin yvir olympisku leikunum í 1972 var, tá ið palestinar í Svarta september felagsskapinum gjørdu seg inn á ísraelsku luttakararnar. Ellivu ítróttarfólk lótu lív. Olympiski friðurin var fyri fyrstu ferð oyðilagdur, fløggini fóru á hálva stong, og skipað varð fyri minningarhaldi.
            Føroyingar fylgdu við í útvarpinum, og útvarpsmenninir komu í fremstu røð í døkkastu olympisku søguni. Tað mundi teir hvørki hava ætlað sær ella longst eftir, men teir vóru har, og ivaleyst eru tey mong, sum minnast, tá ið Niels Juel segði frá, tá ið terroristarnir við skammbyrsum og í brølapum komu út á svalan.            Seinni hevur so mangt annað enn ítrótturin og kappingarnar skuggað yvir olympisku leikirnar. Okkurt av tí verður høvi at venda aftur til eina aðru ferð. Nú snýr tað seg um leikirnar í Athen og Gikkalandi, har olympiska vøggan stóð fyri kanska trý túsund árum síðani.