- Vit eru varug við trupulleikan á Café Natúr, men har er øgiliga trupult hjá okkum at gera nakað. Húsið er friðað og tað er tí øgiliga "umstendiligt" hjá okkum at broyta nakað. Tað skal gjøgnum friðingarmyndugleikar, og tað er ein tung prosess.
Tað sigur Remy av Kamarinum, sum er ein av teimum sum rekur virksemi í Café Natúr á Kongabrúnni í Havn.
Hesin bygningur er ein av teimum, sum Heini Festirstein nevndi í sínum lesarabrævi um vantandi atkomumøguleikar hjá rørslutarnaðum, og Portal.fo hevur tí ringt til Remy av Kamarinum fyri at fáa hansara viðmerkingar til málið. Í práti við Portal.fo vísir Heini Festirstein á vesiviðurskiftini á Café Natúr. Einasta vesið í húsinum er í kjallaranum, og einasti møguleiki at sleppa niður har er gjøgnum trappurnar.
- Hann hevur rætt í, at umstøðurnar her ikki eru nóg góðar fyri rørslutarnað. Men akkurát hatta fáa vit gjørt øgiliga lítið við, tí tað er ikki hugsandi, at vit kunnu gera eitt vesi afturat, sigur Remy av Kamarinum.
Hann vísir tó á, at okkurt kann gerast við inngongdina, so tað t.d. ber til at koma inn við koyristóli.
- Spurningurin er, hvussu man kann gera ein rampa, so rørslutarnað kunnu koma inn. Har kann man gerast leysur, so hann skjótt kann takast burturaftur, og so hann ikki brýtur við friðingarviðurskiftini, sigur Remy av Kamarinum.
Hann leggur annars afturat, at fyritøkan, sum hann er partur av, hevur trý onnur matstøð og skeinkistøð, og í øllum hinum eru atkomuviðurskiftini í lagi.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at atkomuviðurskiftini eru soleiðis, at øll sleppa inn og øll kunnu brúka hølini, men akkurát her á Café Natúr eru viðurskifti, sum avmarka okkum, sigur hann.