Atkomuvegur til og frá Tórshavn

Levi Mørk, valevni fyri allar Føroyar. Javnaðarflokkurin
-------------
Vit mugu eisini fáa skil á atkomuvegnum til og frá Tórshavn, tí hetta fer at lætta munandi um ferðsluna, sum fer at økjast munandi í sambandi við nýggja studentaskúlan við Marknagil og komandi privata Skálfjarðatunnilinum. Hetta mugu vit myndugleikar finna útav í góðum treysti finna útav.
Eg havi funnið fram til, at tað koyra millum 10.000 – 11.0000 akfør inn í høvuðsstaðnum um døgnið og talið økist fyri hvønn dag sum tíðin gongur.
Eg havi eisini leita meg fram til ymiskar ætlanir um atkomuvegir og verkætlanir kring høvuðsstaðin.
Eitt av tí fyrsta eg kom fram til, var um verkætlanina “Ytri ringvegur”, sum eg skilji á lagnum er ein gomul 26 ára gomul verkætlan.
Henda verkætlan er steðga upp, tí ósemja er millum myndugleikarnar hvat skal gerast og hvussu tað skal gerast, hvussu og hvør skal tað fíggja verkætlanina.
Sum eg havi skilt á lagnum, er talan um at leggja nýggja vegin gjøgnum bygd øki ella gera ein tunnil á sama øki, ella møguliga finna eina heilt aðra loysn hevur eisini verið uppá tal, hesi seinastu árini.
Eg fari ikki inni á nú, hvat er tann rætta loysnin hesum viðvíkjandi. Men eitt er vist og tað er at land og kommuna noyðast, at síggja veruleikan í eyguni og finna eina loysn á hesum álvarsmálið.
Vit mugu taka hædd fyri einum nýggjum komandi Studentaskúla við Marknagil og einum komandi Skálafjarðartunnli, sum fer at økja ferðsluna uppaftur meira kring høvuðsstaðin.
Vit eru eisini vitandi um, alla ferðsluna sum nú er í Tórshavn, serliga til og frá arbeiði. Røðin av akførum á Hvítanes -vegnum, á Vegnum Langa og í miðbýnum er óvanliga stórar. Somuleiðis kenna vit tíverri til fleiri ferðsluvanlukkur á hesum økjum.
Eg fari at arbeiða hart fyri at finna ein skila loysn á hesum umfatandi málið, sum rakar alla ferðslu í okkara høvuðsstaði og økist trýsti á ferðsluna kring landið av hesum óloysta ferðslu trupulleika.
Nei, vit mugu fáa skil á okkara høvuðsveg til og frá Tórshavn. Vit mugu og leggja ein langtíðar fígging frá politiskari síðu, fyri at loysa atkomuvegum til og frá okkara høvuðsstaði.
Við nýggjum studentaskúli við Markangil og nýggjum Skálafjarðatunnli, verður uppaftur meira ferðslu- ruðuleiki.
Vit kunnu ikki útseta henda ferðslu trupulleika enn 26 ár. Lat okkum nú finna eina loysn fyri allar partar til frama fyri Tórshavn og land okkara.