Atkvøtt um fólkaatkvøðu og hjúnabandslógina

Løgtingið hevur í dag endaliga viðgjørt broytingarnar í hjúnabandslógini á hesum sinni

Fyrst var atkvøtt um málið skuldi fara til fólkaatkvøðu, sum fýra tingfólk skutu upp.

 

Málið fall við 16 atkvøðum ímóti og 17 ímóti.

 

Síðani var uppskotið, sum tað var samtykt við aðruviðgerð til atkvøðugreiðslu. 

 

Her atkvøddu 19 fyri - 14 ímóti. Úr andstøðuni atkvøddu magni Laksafoss og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum fyri.

 

Málið um broytingarnar í hjúnabandslógini er sostatt avgreitt frá Løgtinginum í hesum umfari