Atkvøða um lønarlyft til tingfólk í dag

Á tingfundi í dag fer Løgtingið at atkvøða um lønarlyft til tingfólk upp á 6.700 krónur um mánaðin

Í hvussu so er atkvøðugreiðslur um tvey umstrídd mál eru á skránni hjá Løgtinginum í dag. Tvey mál eru um fosturtøku. Annað uppskot frá landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, um fría fosturtøku til og við 12. viku og hitta frá Miðflokkinum um at verja ófødda barnið.

Ógreitt er, hvørja lagnu tað fyrra uppskot fær. Ongantíð áður hevur eitt slíkt uppskot havt nakran møguleika, men kanska er rætta løtan júst nú. Í øllum førum tykist, at tað kann vera ein meiriluti fyri, men hann verður tepur – og tað kann fara báðar vegur.

Annað mál er lønarlyftið til tingfólk. Hetta málið hevur tikið eina heldur sjáldsama vend. Talan var um pakka við ymsum broytingum, sum ein nevnd hevur gjørt fyri formansskapin í Løgtinginum.

Í stórum snýr tað seg um at taka av gyltu pensjónina hjá tingfólki, sum tjena sær rætt til fulla tænastumannaeftirløn upp á 16 ár. Afturfyri at »missa« í pensjón, skjýtur nevndin upp, at tey »fáa« meira oman á lønina.

Men formansskapurin broytt hetta í uppskotinum, sum varð lagt fyri tingið. Har verður mælt til, at lønin hjá tingfólki ikki verður broytt.

Men í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt málið, er kortini meiriluti fyri at hækka lønina hjá tingfólki. Og tað eru júst teir flokkarnir, sum annars eru ímóti lønarlyftini, sum landsstýrið hevur latið ávísum láglønarbólkum, sum eru fyri lønarlyftinum til tingfólk - og so Framsókn úr samgonguni afturat.

Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum mæla til at tingfólk fáa eitt lønarlyft úr 34. upp í 36. lønarflokk hjá tænastumonnum, sum svarar til 6.700 krónur um mánaðin. Tað vil siga, at lønin hækkar úr 46.373 krónum um mánaðin upp í 53.058 krónur um mánaðin.

Ógreitt er, um hesir fýra tingmenn hava øll í flokkum sínum aftan fyri seg. Hava teir tað, so verður málið samtykt, og so fáa tingfólk størsta lønarlyftið, sum tað almenna gevur einum ávísum starvsbólki – í hesum førum ikki júst einum láglønarbólki.

Skráin til tingfundin í dag klokkan 10 er annars hendan:

 

 


1

 
 

Munnligir fyrispurningar

 
  

2

 
 

3. viðgerð LM-070/2023 - Uppskot til løgtingslóg um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónlagað medisin (Ílegulógin)

 
  

3

 
 

3. viðgerð LM-075/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. (Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður hækkað o.a.)

 
  

4

 
 

3. viðgerð LM-080/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár, tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)

 
  

5

 
 

3. viðgerð LM-082/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Fráboðan um børn við bústaði í Danmark, stuðul til foreldramyndugleikan, heimild til barnaverndarnevndina at taka avgerð um ávís viðurskifti hjá barninum og heimild at flyta barnaverndarmál millum barnaverndartænastur)

 
  

6

 
 

2. viðgerð LM-071/2023 - Uppskot til løgtingslóg um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð

 
  

7

 
 

2. viðgerð LM-116/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur)

 
  

8

 
 

2. viðgerð LM-088/2023 - Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

 
  

9

 
 

2. viðgerð LM-112/2023 - Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið

 
  

10

 
 

2. viðgerð LM-107/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna o.a.)

 
  

11

 
 

2. viðgerð LM-108/2023 - Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

 
  

12

 
 

2. viðgerð LM-114/2023 - Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025

 
  

13

 
 

Framløga

 
 

Viðmerkingar

 
 

LM nr. 107 og 108 verða viðgjørd undir einum