Atkvøðið ímóti at hækka pensjónsaldurin

Fakfelagssamstarvið kemur nú við eini beinleiðis áheitan á tingfólk: Fellið uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin

Tað sigur Fakfelagssamstarvið í eini benleiðis áheitan á tingfólk.

 

Tingfundur er mánadagin, har ætlanin er, at Løgtingið skal samtykkja málið um Suðuroyartunnlin og málið um at hækka pensjónsaldurin. Hesi bæði málini eru knýtt saman, tí at Framsókn hevur sett Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi sum treyt, at skal lógin um Suðuroyartunnlin samtykkjast, so skal pensjónsaldurin hækkast skjótari enn higartil ætlað.

 

Áheitanin frá Fakfelagssamstarvinum er soljóðandi:

 

Almenn áheitan á Føroya Løgting

 

Haldið tykkum til verandi lóg!

Fakfelagssamstarvið heitir staðiliga á Føroya Løgting um at halda seg til verandi lóg og atkvøða ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum, um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

Løgtingið samtykti í 2014, at pensjónsaldurin kann hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár. Lógin ásetur eisini, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini sleppur Løgtingið sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Løgtingið hevur við heimild í verandi lóg samtykt at hækka pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030. Nú er ketan hjá landsstýrinum lopin av, og tey ætla at bróta “kontraktina” fyri, hvussu pensjónsaldurin kann hækka.

Fakfelagsamstarvið hevur bæði skrivliga og munnliga mótmælt uppskotinum og víst á aðrar leiðir. Um landsstýrið hevði nakað samband við fakfeløgini og fólkið, so hildu tey seg til verandi lóg.

Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at Løgtingið í óðum verkum samtykkir eitt uppskot, bara so at roknistykkið sær betri út. Hvat verður so næstu ferð roknistykkið ikki gongur upp?

Uppskotið um pensjónsaldurin kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum mánadagin 19. mai. Fakfelagssamstarvið vil heita á allir tinglimir at vísa landsstýrinum aftur á beint og atkvøða “Ímóti” uppskotinum um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

Við fakfelagskvøðu Fakfelagssamstarvið