Atlantic er eisini í Rom

Tíðliga í morgun fór eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways úr Vágum við kós móti Manchester.

Ørindini vóru ein leigutúrur, sum partur av ensku viðhaldsfólkunum hava bílagt frá føroyska flogfelagnum.

Flogfarið hjá Atlantic verður standandi í Rom í dag, og longu í kvøld verður flogið heimaftur við ensku viðhaldsfólkunum.