Atlantic Navigator fekk loyvi at veiða krill

Við tveimum krill-loyvum fer Aker BioMarine í Noregi ætlandi at framleiða 22.000 tons av fiskamjøli og 1200 tons av olju úr krill frá 2010 at rokna Felagið Aker BioMarine, sum er norski parturin í Atlantic Navigator, hevur nú fingið tvey av teimum fýra loyvunum at veiða krill, sum norska fiskivinnuumsitingin hevur skrivað út.

Saga Sea hevur royndarfiskað eftir krill í Suðuríshavinum, og eftir umbygging fer so eisini Atlantic Navigator á hesa veiði.

Norsk fiskivinnubløð skriva, at Atlantic Navigator skal leingjast, og verksmiðjan skal umbyggjast.

Hetta arbeiði kemur í minsta lagi at taka eitt ár.

Við tveimum krill-loyvum fer Aker BioMarine ætlandi at framleiða 22.000 tons av fiskamjøli og 1200 tons av olju úr krill frá 2010.

Sum skilst, skal oljan úr krill vera heilsugóð.

Felagið Aker BioMarine er nú skrásett á børsinum í Oslo.