Málið var at fáa millum 5 og 30 milliónir krónur í nýggjum áljóðandi partapeningi, og tá sølan var av á nýggjárinum, høvdu fólk og feløg keypt partabrøv fyri næstan 30 milliónir krónur í Atlantic Petroleum.
? Tað er sera trupult at meta um áhugan frammanundan, men stórur áhugi vísti seg at vera til staðar, og vit eru væl nøgdir við søluna, sigur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Endaliga uppgerðin var ikki liðug, tá ið Sosialurin tosaði við hann, men sølan var heilt nær teimum 30 milliónunum í áljóðandi virði. Tað merkir, at tá kursurin var 265, komu einar 80 milliónir krónur í kassan hjá føroyska oljufelagnum.
Við útbyggingum í bretskum øki
Orsøkin til, at partapeningurin í Atlantic Petroleum verður hækkaður er, at felagið vil styrkja kapitalgrundarlagið, nú útbyggingar í trimum oljufeltum í enska partinum av Norðsjónum eru fyri framman. Atlantic Petroleum er við í hesum útbyggingum, og felagið samstarvar um leiting eftir olju við Amerada Hess, British Gas og Dong.
Roknað verður við at framleiðslan í fyrsta feltinum í enska partinum av Norðsjónum, har Altantic Petroleum er við, byrjar í 2006, og tá framleiðsla verður í øllum feltunum, verður roknað við, at framleiðslan verður 3000 tunnur um dagin.
Risastórt fund skapar optimismu
Tað hevur ikki minkað um áhugan fyri eini føroyskari oljuvinnu og partabrøvunum í Atlantic Petroleum, at eitt risastórt oljufund er gjørt heilt nær føroyska markinum, bara nakrar fáar fjórðingar inn á bretskum øki.
Atlantic Petroleum hevur søkt um leitingarloyvi í øðrum útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum, og felagið liggur fram við eftir økjum nær stóra fundinum, sum ChevronTexaco og onnur feløg gjørt í bretska økinum herfyri.
Leitingarloyvini í øðrum útbjóðingarumfarinum í føroyskum øki verða væntandi latin seinni í hesum mánaðinum.
Føroyingar keypa
Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at tað hava verið bæði føroyskir og útlendskir keyparar av partabrøvum.
? Men tann stóri parturin er keyptur av føroyingum, og talan er bæði um fólk og fyritøkur, sum hava keypt partabrøv, sigur hann.
Partaeigararnir í felagnum áðrenn hesa útbjóðingina av partabrøvum hava keypt ein part, men tað eru eiini nógvir nýggir partaeigarar inn í myndini.
Tað eru fleiri enn 2000 smærri og størri partaeigarar í Atlantic Petroleum. Áljóðandi partapeningurin er nú góðar 76 milliónir krónur.
Nevndin í felagnum er mannað við Kjartan Hoydal, formaður, Óla Hammer, Poul Mohr, Mortan Johannesen, Petur Even Djurhuus og Richard Hardman.