Volantis Exploration hevur ognarpartar í 15 loyvum í syðra partinum av bretska norðsjónum, og millum ognirnar eru gasleiðirnar Fulham og Pegasus. Centrica er fyristøðufelag á 9 av teimum 15 loyvunum. Afturat verandi loyvum hevur Volantis søkt um loyvir í bretskum og hollendskum øki, hesar umsóknir hava myndugleikarnir ikki avgreitt enn.
Keypið ber eisini í sær, at Atlantic Petroleum eftir ætlan í summar skal luttaka í einum leitingarbrunni á Foxtrot prospektinum, sum liggur í bretskum øki. Fyristøðufelag er Tullow Oil og ognarparturin hjá Atlantic Petroleum verður 35%.
Seks av starvsfólkunum hjá Volantis Exploration fara framyvir at starvast hjá Atlantic Petroleum, harímillum stjórin Nigel Thorpe, ið verður menningarstjóri í Atlantic Petroleum.
Við keypinum fer talið av leitiloyvum hjá Atlantic Petroleum úr 14 upp í 29, og felagið samstarvar nú við 27 altjóða oljufeløg.
– Vit eru sera fegin um keypið av Volantis Exploration, og vit síggja fram til samstarvið við Centrica, Tullow. SEQ og GDF í syðra partinum av Norðsjónum. Volantis Exploration hevur uppbygt eina sera góða portefølju av leitingar- og metingarloyvum, og vit gleða okkum til at arbeiða víðari við møguleikunum í hesum loyvunum. Starvsfólkini frá Volantis Exploration geva holla vitan og royndir til Atlantic Petroleum, og hetta verður ein týðandi liður í okkara víðari arbeiði, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.
– Vit fegnast um keypið hjá Atlantic Petroleum. Samansetingin av loyvum og førleikum hjá feløgunum báðum er eftir okkara metan eitt gott grundarlag fyri at seta ferð á víðari vøkstur hjá Atlantic Petroleum, siga stjórarnir í Volantis Exploration, Nigel Thorpe, Andrew Mortimer, David Marsden og Alex Strong, stjórar í Volantis Exploration.
Keypsprísurin fyri Volantis Exploration verður upp til 8 milliónir pund ella slakar 70 milliónir krónur.