Tað er eitt rák uppi í tíðini, har føroyski gourmet køkurin verður settur í fokus, og so seint sum fyri 14 døgum síðani var eitt ferðalag við útlendskum kokkum í Føroyum at matgera við føroyskum rávørum.
Tí fellur hugskotið hjá teimum trimum, Tórur S. Hansen, Herman E. Winther og Rani Kyster væl inn í landslagið.
Teir hava greitt frá, at teir hava valt at vrpa ljós á reina føroyska umhvørvið og grønu orkuna í teirra framleiðslum av føroyskum havsalti.
- Síðani hava vit tilsett ymiskar smakkir, ið hóska væl til ávísar rættir. Citrón, appelsin og so víðari, greiddu teir tríggir frá á tíðindafundi á Handilsskúlanum týsdagin fyrrapart.
Teir hava framleitt eini seks-sjey sløg av salti, og ætlanin er so mikið framkomin, at teir neyvan høvdu vunnið donsku kappingina, um hugskotið ikki lat seg gera.
- Vit hava verið við nú í nøkur ár. Vit skipa fyri einari kapping á vári, sum verður hildin í SMS, har dómarar døma út rá somu kriterium, sum er galdandi fyri Young Enterprise um allan heim, sigur Helena Dam á Neystabø.
Gera okkurt rætt
Tað eru flokkar og einstaklingar, sum stinga høvdini saman, og melda seg til kappingia.
- Tað hava verið serliga nógv virkir, sum hava verið við hesafeð, og tað er jú hugaligt. Ikki bara virkir frá Handilsskúlanum, men frá øllum miðskúlum í landinum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Her er eitt høvi hjá næmingunum at rúka alla tað vitan, tey læra um í skúlnum.
- Hendan kappingin ger tað møguligt hjá næmingunum at brúka tað í verki, sum tey læra í skúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Teir tríggir hava arbeitt saman í tøttum samstarvi.
- Vit hava tosa saman um alla verkætlanina, bæði hvat framleiðslu, marknaðarførig og sølu viðvíkur. Í løtuni eru vit í holt við at umseta framløguna og tilfarið annars til enskt, sum vit skulu brúka í London, siga teir tríggir.
Tórur S. Hansen hevur heitið sum stjóri, Herman E. Winther er søluleiðari, meðan Rani Kyster er framleiðslustjóri.
- Tað hevur so stóran týdning, at vit gerast betri at stovna smáar føroyskar fyritøkur, og at vit nú hava ein bólk, sum vinnur donsku kappingina við einum konsepti, sum allarhelst hevði kunna latið seg gjørt, vísir, at vit gera okkurt rætt her á Handilsskúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Á jøvnum føti
Tað eru ávísar treytir, sum skulu vera uppfyltar.
- Tað er slíkt sum ber hugskotið, fæst fígging, er ætlanin burðardygg og heldur leisturin, sum tey hava sett upp, sigur Helena Dam á Neystabø.
Og tað hevur so hesin trímannabólkurin gjørt so mikið gott, at tey hava vunnið, ikki bert føroysku kappingina, men eisini ta donsku.
- Og tað er jú ikki einki, tí tað vóru 35 fyritøkur við í kappingini í Danmark, sum sannlíkt hava gjørt sítt ítarsta at vinna, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur, at tað er ógvuliga hugaligt, at vit megna at vera við í slíkum kappingum.
- Hetta er jú fyrstu ferð at tað eydnast at vinna kappingina í Danmark, og tað merkir jú, at teir eisini skulu vera við til kappingia um Europameistaraheitið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon dugir tó ikki at meta um, hvussu møguleikarnir verða í London.
- Nei tað er ikki til at siga. Tað er sum at leika ímóti einum liði, tú ongantíð hevur sæð fyrr. Men vit vóna tað besta, og eg eri vís í, at hetta virki, sum vit senda avstað, fer at gera sítt ítarsta, og megna teir at vísa á, at hendan framleiðslan byggir á gourmetvinnuna, hava teir ein líka góðan møguleika sum so mong onnur, sigur Helena Dam á Neystabø.