Atlantis í vatnskorpuni

Semja er nú um eina loysn av málinum um mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík. Húsið skal ætlandi latast upp innan fáar mánaðir

 

Nú røkist umsíðir fyri, at mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík kann lata uppaftur.

Klaksvíkar kommuna, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Sjónleikarfelag eru komin ásamt um eina loysn, so húsið kann fáast at virka aftur, og stendur tað til partarnar, verður ferð sett aftur á virksemið um ein ella tveir mánaðir.

? Vit eru nærri eini endaligari loysn, enn vit nakrantíð hava verið, síðani húsið lat aftur, sigur Jórun Høgnesen, sum næstu fýra árini skal verða nevndarformaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.


Stóra valevnið

Tað var ikki tað valevni við virðing fyri sær sjálvum, sum ikki umrøddi Atlantis undir valstríðnum til býráðsvalið í Klaksvík.

Stórar ætlanir vóru við mentanarhúsinum, tá tað læt upp, men trongu fíggjarligu korini løgdu skjótt bein fyri stóru ætlaninum, og seinastu nógvu mánaðirnar hevur húsið verið so gott sum stongt.

Nú hava partarnir, sum hava við húsið at gera, funnið eina loysn, sum skal lætta um fíggjarligu trupulleikarnar og fáa húsið at virka aftur. Hetta arbeiðið kom væl ávegis við gomlu leiðsluni í fjør.


Neyðugt við stuðli

Atlantis verður gjørt til sjálvsognarstovn, og eitt stýrið skal setast at varða av húsinum.

Síðani verður tað upp til hetta stýrið at avgera, hvussu virksemið í húsinum skal skipast, og stýrið skal eisini avgera, um ein leiðari skal setast fyri húsið aftur.

? Vit eru greið yvir, at tað ber ikki bara til at lata húsið uppaftur, og so gloyma alt um tað. Tað verður helst neyðugt við stuðli frá kommununi, skal húsið rigga eftir ætlan, sigur Jórun Høgnesen.

Ætlanin er, at Atlantis í framtíðini aftur skal hava biograf, umframt at húsið skal hýsa sjónleiki og øðrum mentanarligum tiltøkum.