Atlantsflog gevst at flúgva til Edinburgh

Støðan við koronusmittuni ger, at Atlantsflog fyribils avlýsir farleiðina til Edinburgh

Í gjár fingu tey, sum hava keypt ferðaseðil við Atlantsflogi til Edinburgh, boð um, at farleiðin verður avlýst.

 

Ein einstakur túrur verður flogin afturat, tað verður hósdagin, og síðani verður farleiðin niðurløgd fyribils.

 

Orsøkin er, at Bretland er blivið reytt á koronulistanum hjá danska uttanríkisráðnum, og tí er kravið til ferðir til Bretlands, at fólk hava neyðug ørindi har – tað er ikki nóg mikið at ætla sær í feriu.

 

Atlantsflog sigur, at tey vóna at taka farleiðina uppaftur tann 7. oktober.