Atlantsflog kunnar um fastar støðir og charter-møguleikar

- Vit hava altíð av og á flogið charter-ferðir, men hesaferð fara vit beinleiðis at taka hendan partin við uppí konseptið hjá okkum á fiskivinnustevnuni. Tað er avgjørt ein møguleiki hjá føroyingum og útlendingum at leiga flogfar til charter-ferðir, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarsamskipari hjá Atlantsflogi

Fish Faroe Expo

 

Føroyska flogfelagið, Atlantsflog, er ikki so ofta at síggja millum føroyskar framsýnarar á fiskivinnuframsýningum í Føroyum. Kanska kunnu vit siga, at hesar framsýningar ikki júst eru málbólkurin hjá einum flogfelag, og at orkan tí heldur verður savnað um luttøku á ymsum ferðavinnustevnum – heima og úti.

Og tó.

Hesaferð hevur Atlantsflog gjørt av at verða við og hevur bás á Fish Expo Faroes 2009.

 

Lýsa støðirnar

Henny á Líknagøtu, sum er marknaðarsamskipari hjá Atlantsflogi, sigur, at felagið í fyrsta lagi fer at lýsa tær støðir – ella destignatiónir – sum felagið flýgur og soleiðis hevur beinleiðis samband við. Hesar eru Keypmannahavn, Billund, Ålborg, Reykjavík, Stavanger og London.

- Vit hava altíð av og á flogið charter-ferðir, men hesaferð fara vit beinleiðis at taka hendan partin við uppí konseptið hjá okkum á fiskivinnustevnuni.

Hon vísir á, at høvuðsboðskapurin hjá felagnum á Fish Expo Faroes 2009 soleiðis verður føstu destignatiónirnar og møguleikarnir við at chartra flogfør hjá Atlantsflogi.

 

Ymiskir túrar

- Vit hava flogið nógvar ymiskar leigutúrar, bæði við ítróttafólki, ferðafólki til ymisk ferðamál, fiskimonnum og arbeiðsfólki annars. Slíkir túrar eru gjørdir bæði úr Føroyum, heim til Føroya og millum ymiskar aðrar floghavnir rundan um okkum.

Henny vísir á, at Atlantsflog higartil ikki hevur

gjørt so nógv burtur úr at marknaðarføra henda møguleika serstakt, men nú hevur felagið so beinleiðis sett hetta inn á heimasíðuna undir heitinum “charter”.

- Undir hesi leinkju kunnu fólk síggja nakrar av møguleikunum, og hvussu langt vit kunnu røkka út yvir okkara støðir í áðurnevndu floghavnum. Haraftrat kunnu fólk lesa sær til ymisk data um flogførini og um felagið annars.

 

Spennandi átak

Henny á Líknagøtu heldur, at hetta er eitt spennandi átak, sum Atlantsflog nú er farið undir.

- Nú er føroyski marknaðurin fyri charter-ferðum avmarkaður í mun til hin útlendska, men eg ivist onga løtu í, at ávísur áhugi er í Føroyum fyri slíkum leigutúrum.

Hon vísir á, at flogførini hjá Atlantsflogi eru vælegnaði til charter-ferðir í Evropa, og hetta hava tey nógvar ferðir prógvað.

Á heimasíðuni verður eisini víst á, at 92 setur eru í flogførunum, sum kunnu flúgva upp til 3-5 tímar uttan steðg.

Ein orsøk til, at Atlantsflog nú ger meira burtur úr møguleikunum við leiguferðum er, at avtalan, sum felagið hevur havt við SAS, gongur út við endan av hesum mánaðinum.

- Hetta ger eisini, at umstøðurnar at flúgva leigutúrar verða uppaftur betri, sigur marknaðarsamskiparin.

 

Ja – hví ikki?

Vit spurdu eisini Henny á Líknagøtu, um tað er hugsandi, at fyritøkur ella einstaklingar í Føroyum kunnu taka seg saman og leiga flogfar hjá Atlantsflogi til frítíðarferðir.

- Ja, hví ikki? Tað er avgjørt ein møguleiki. Sjálvandi verður tað dýrari, um flogfarið bara flýgur fult annan vegin – og tómt heimaftur. Men hugsa vit okkum, at fleiri fyritøkur og einstaklingar gjørdu brúk av hesum møguleika og leigaðu flogfar til einar fýra tílíkar frítíðarferðir til somu floghavn, hevði flogfarið bara flogið tómt heimaftur fyrstu ferð.

Hon vísir á, at prísurin fyri hvønn leigutúr sær eisini hongur saman við, hvussu nógv fólk eru í flogfarinum.

- Men hetta er avgjørt ein upplagdur møguleiki, sum fyritøkur og einstaklingar kundu havt í huga, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarsamskipari hjá Atlantsflogi.

Nógvar av teimum fyritøkum, bæði føroysku og útlendsku, sum eru við á Fish Expo Faroes 2009, eru viðskiftafólk hjá Atlantsflogi, og felagið vil fegið vera við á stevnuni, har tey hava høvi at hitta verandi og vónandi komandi viðskiftafólk.

 

Royndir á flogi

Atlantsflog, sum hevur stívliga 20 ár á baki, hevur í løtuni seks flogfør og tríggjar tyrlur.

Við sínum støðum í londunum kring um okkum kunnu vit siga, at felagið røkir loftferðslu um stóran part av norðara helmingi av Atlantarhavinum.

Royndirnar, sum felagið hevur gjørt sær hesi árini, røkka út í Evropa, samstundis sum felagið eisini átekur sær flúgving, leiting og bjarging við tyrlum kring um oyggjar okkara.