Atlantsflog letur 6 mió. í vinningsbýti

Christian Andreasen heldur fram sum nevndarformaður í Atlantic Airways, og Eyðfinnur Jacobsen er nú næstformaður Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways, sum var í gjár, vórðu tríggir limir valdir í nevndina. Christian Andreasen og Petur Eiriksson vóru afturvaldir, meðan Eyðfinnur Jacobsen varð nývaldur. Eyðfinnur hevur áður sitið í nevndini fyri felagið. Erling í Liða varð ikki afturvaldur. Hann hevur sitið í nevndini síðani 1997. Starvsfólkavaldu umboðini eru Ingi Joensen og Verna Rasmussen.

Ársfrágreiðingin frá nevndini og ársroknskapurin vórðu einmælt samtykt. Somuleiðis tók aðalfundurin undir við at útgjalda 6 mió.kr. í vinningsbýti til partaeigarar felagsins.

Nevndin hevði lagt tríggjar viðtøkubroytingar fyri aðalfundin, ið allar vórðu samtyktar. Broytingarnar snúðu seg um at heimila nevndini at keypa felagnum egin partabrøv fyri í mesta lagi 4.000.000,- í áljóðandi virði og áseting av 5 daga freist fyri tilmelding til luttøku á aðalfundi. Haraftrat vóru leiðreglur fyri incitamentssamsýning til nevnd og stjórn samtyktar.

Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Christian Andreasen sum nevndarformanni og Eyðfinni Jacobsen sum næstformanni. Hini nevndarumboðini eru Petur Eiriksson, Ingi Joensen og Verna Rasmussen, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.