Atlantsflog: Tøknin forðar flúgving

 

Seinkingar eru í flogferðsluni í dag. Orsøkin er ikki veðrið, men tøkniligir trupulleikar, sigur flogfelagið.

 

Tí eru hesar broytingar í flúgvingini í dag:

 

RC470 úr Vágum til Billund, ið skal fara kl. 14:00, er seinkaður til kl. 20:50.

 

RC460 úr Vágum til Keypmannahavn, ið skal fara kl. 20:50, er seinkaður til kl. 02:15.

 

RC471 úr Billund til Vágar, ið skal fara kl. 17:50, er seinkaður til kl. 00:30 danska tíð. Flogfarið lendur í Vágum kl. 01:30.

 

Atlantsflog heitir á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðu felagsins www.atlantic.fo