? Tað er ikki rætt, sum Óli Breckmann hevur ført fram, at eg eri farin úr politikki. Eg havi ongantíð sagt farvæl.
Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, fyrrverandi fólkatingslimur og fyrrverandi leiðari í Javnaðarflokkinum er aftur í offensivinum.
Spurningurin um, hví hann stillar upp til fólkatingsvalið, verður alt fyri eitt svarað við einum:
? Hví skuldi eg ikki tað?
Og so koma grundgevingarnar.
? Tá stillað verður upp til val, verður ofta hugt eftir, hvussu valið sá út seinast. Og til seinasta fókatingssval fekk eg 1400 atkvøður. Hetta er meira enn øll valevnini hjá Fólkaflokkinum ? tá er Óli Breckmann undantikin ? fingu tilsamans.
? So, hví skuldi eg ikki stillað uppaftur, spyr Alti Dam og nevnir síðan, at tað ræður at fáa so nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin sum gjørligt. Hann vísir eisini á, at góða fólkatingsvalið hjá honum seinast, kom bert tveir mánaðir aftan á dyggan smeitin til løgtingsvalið í 94, har tey flestu ? ella ið hvussu er hansara mótstøðumenn ? hugsaðu at nú var leyst og liðugt við Atla Dam.
Nú staðfestir hann so:
? Tað eru ikki øll, sum hava gloymt Atla Dam.
Royndir í telja
Atli Dam sigur, at 30 ár í politikki hava givið honum royndir og førleika, sum hann heldur kunnu brúkast frameftir eisini.
? Nógv tung politisk mál eru á skránni. Her hugsi eg fyrst og fremst um uppgerðina við danir, sum jú við førda politikkinum síðan 1992 hava gjørt seg inn á heimastýrisskipanina. Vit eiga uppreisn og endurgjald bæði búskaparliga og politiskt, sigur hann.
Sjálvur metir Atli Dam, at tað er honum til fyrimunar, at hann í síni embætismannatíð sum løgmaður var í so nógvum altjóða samráðingum, ið høvdu alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hetta kann brúkast, nú samstarvið millum Føroyar og Danmark eftir øllum at døma stendur fyri stórum broytingum.
? Onki land í heiminum hevði so nógvar uttanríkisavtalur á fiskivinnuøkinum sum Føroyar ta tíðina, eg var løgmaður. Talan var um einar 16-18 avtalur. Haraftrat vóru handilsavtalur, samráðingar um fiskimark, støðutakan til limaskap í EEC (í dag kalla ES, blðm.) og so ? kanska týdningarmest av øllum ? yvirtøkan av undirgrundini partur av míni embætismannatíð sum løgmaður, sigur Atli Dam.
Anker situr framvegis
Atli tekur heldur ikki undir við, at tað kann vera torført hjá leiðandi politikarunum brádliga aftur at gerast vanligir parlmentarikarar.
? Hygg bara eftir Anker Jørgensen. Hann var forsætismálaráðharri fyri danska Javnaðarflokkin frá 1973 fram til 81.
? Og hann situr framvegis í Fólkatinginum.
Atli Dam vísir eisini á, at hann sjálvur longu í 1990 byrjaði at rigga av í Tinganesi orsakað av heilsuávum.
? Eg boðaði frá, at eg tók meg aftur sum løgmaður eftir egnum ynski í 1992. Hetta var av persónligum ávum, tí heilsan bilaði. Politiskt arbeiði krevur, at tú ert væl fyri fysiskt, og tað var eg ikki. Talan er um langar arbeiðsdagar 14-16 tímar.
? Ætlanin var tó ongantíð at sleppa politikki, sigur Atli Dam
Í týðandi samráðingunum við Danmark um ríkisrættarligu støðuna millum londini sum uttan iva standa fyri durum, metir Atli Dam, at hansara royndir kunnu vera Føroyum og Javnaðarflokkinum til gagn.
Nú bjóðar hann seg so av álvara aftur til.
? Og ja. Eg kenni meg eisini frískan aftur.