Lars Olsen hevur úttikið landsliðið til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða á Tórsvølli 11. oktober og 14. oktober. Á tíðindafundinum tosaði FM1 við liðskiparan hjá landsliðnum, Atla Gregersen.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Hann tekur als ikki fyri givið, at hann er úttikin og gleðir seg til landsdystirnar. Hann vísir á, at spælararnir veruliga vilja vísa, at teir eru betri enn avrikið niðri í Kosovo, tá føroyska liðið tapti 2-0. Hann heldur fyri, at vit skulu duga betri at vinna, og harvið ikki flúgva so høgt. Hann sendi eisini eina heilsan til Sølva Vatnhamar.
Les eisini: (FM1) Lars Olsen hevur úttikið landsliðið
Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur Sølvi Vatnhamar givið avboð, eftir at hann bleiv skaddur í landskappingardystinum móti B36 í gjár. Annars líkist liðið nógv tí, sum spældi móti Malta og Kosovo í september. Í hansara stað er komin Pól Jóhannus Justinussen.
Har í millum eru afturval til Jógvan Róa Davidsen, Magnus Egilsson, Alex Mellemgaard og Heina Vatnsdal, meðan U21-spælararnir ikki verða úttikinir.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Skráin:
Føroyar – Aserbadjan
á Tórsvølli hósdagin 11. oktober kl. 19:45
Føroyar – Kosovo
á Tórsvølli sunnudagin 14. oktober kl. 17:00