Landsliðið hevur í dag havt sína aðru venjing í Belfast undan landsdystinum móti Norðurírlandi leygarkvøldið. Aftur í dag vóru greiðar ábendingar um, at Atli Gregersen, Pól Jóhannus Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða nýggir á liðnum í mun til dystin móti Finnlandi á Tórsvølli.
Les eisini: Fyrsta boð upp á liðuppstillingina
Eins og í venjingini í gjár, so var liðið í grønum vestum mest at meta sum tað liðið, ið byrjar inni móti Norðurírlandi. Gunnar Nielsen stendur í mál.
Les eisini: Landsliðið komið til Belfast
Í verjuni kemur Atli Gregersen inn skadda Odmar Færø, so verjan er Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðjuni er Róaldur skaddur. Her er líkt til, at Lars velur at blanda kortini, so Christian L. Holst verður framrættaður miðvallari, meðan Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen spæla sentralir á miðjuni.
Les eisini: Gunnar: Støðan er ikki haldbar
Síðani koma Pól Jóhannus Justinussen og Jóan Símun Edmundsson inn á vengirnar fyri Gilla Sørensen, sum dettur út á bonkinum, meðan Pól Jóhannus Justinussen írokna flytingarnar tekur yvir eftir Róaldi Jakobsen. Fremsti maður verður aftur Páll Klettskarð.
In.fo gitar:
Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Pól Jóhannus Justinussen, Christian L. Holst, Jóan Símun Edmundsson – Páll A. Klettskarð