Norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum í 2020. Nú skulu norsku hyggjararnir og lesararnir hjá norska TV2 læra um profilarnar í føroyskum fótbólti.
Og hvar betri at byrja enn við Atla Gregersen? Hann er í løtuni ein av høvðussøgunum á TV2.no, har hann fortelur um samanbrestin við Zlatan Ibrahimovic, tá Føroyar og Svøríki í spældu tveir dystir í HM 2014 undankappingini.
- Nú er tað so langtsíðani, at eg kann gott fortelja hvat veruliga hendi. Fyrst má eg siga, at Zlatan er ein av mínum størstu fyrimyndum á vøllinum, men honum dámdi okkum einki, tá vit spældu móti honum. Vit vóru í hornatøkum allan dystin og hann kallaði okkum fyri fiskarar. Eg svaraði honum aftur við onkrum minni penum. Løtu seinni lá eg á vøllinum og visti ikki hvat var hent, fortelur Atli Gregersen.
Hann fortelur eisini, at í landsliðsdystinum móti Norra á Tórsvølli í summar spurdi norski landsliðsspælarin, Bjørn Maars Johnsen, sum var imponeraður av avrikinum, hvussu nógv Atli Gregersen tjenti.
##med2##
- Eg svaraði um 1000 euro, men at eg skal gjalda limagjald, sigur Atli Gregersen við TV2.no.
Í greinini verður Atli Gregersen og Víkingur presenterað fyri norsku lesarunum. Víst verður eisini til dystirnar í Europa League í 2014 móti Tromsø, tá Víkingur púra óvæntað kom víðari. Norska TV2 fer leygardagin at vísa dystirnar HB-EB/Streym klokkan 15, KÍ-B36 klokkan 17 og AB-Víkingur klokkan 19.