Atli var fram um alt álítandi

-Hansara fremsta eyðkenni var, at hann var álítlandi. Tað kundi vera ringt til tíðir at fáa eina avtalu í lag við Atla. Men hevði tú fingið eina avtalu við hann, so var hon har. Tað var einki við at koma afturumaftur. Hetta var ein dugnaskapur, sum eg vildi ynskt, at vit allir politikarar høvdu.

Atli Dam farin



Hetta sigur Finnbogi Ísaksson, fyrrverandi arbeiðsfelagi hjá Atla Dam, bæði í landsstýrinum og á løgtingi og ein av hansara trúføstu vinmonnum. Finnbogi sigur, at Atli var sera arbeiðssamur. Hann arbeiddi frá morgni til myrkurs og oftani eitt sindur aftrat. Haraftrat hevði hann ein politiskan dugnaskap, sum bara fáum er givið. Hansara mongu samráðingar úti í verð hava prógvað tað. Hann var eisini ein góður vinur. Hevði tú hann sum vin, so kundi tú líta á hann.

Finnbogi Ísaksson heldur fyri, at kanska var Atli eitt sindur ov bjartskygdur viðhvørt, -Tá tað kom til pengar, vinnulív og landskassa var hann helst í so bjartskygdur. Men fara vit telja saman og draga frá, so haldi eg, at tann postiva síðan vinnur. Hann vísir annars á enn ein góðan eginleika hjá Atla. Hann hevði so ótrúliga gott minni, ja var eitt ferðandi leksikon. Man kundi spyrja hann um alt, hvat, nær og hvussu, og so mintist hann tað. Tað er sera spell, at hann ikki náddi at skriva sínar endurminningar, og at tað ikki liggur meira eftir hann.

Finnbogi Ísaksson var landsstýrismaður frá 75 til 79, tá Atli Dam eisini var løgmaður. Annars samstarvaðu teir nógv. Sjálvur heldur hann, at eitt tað størsta politiska bragdið hjá Atla var at fáa undirgrundaravtaluna við danir uppá pláss. Har vóru sjálvandi fleiri aðrir við í samráðingunum, men hann var ein hin størsti framherjin.

-Tað er ein stórur missur fyri Javnaðarflokkin og fyri Føroyar eftir stutta tíð at hava mist tveir fyrrverandi løgmenn, fyrst Maritu Petersen og nú Atla Dam. Tað var ikki bara sum at siga tað at skula taka við eftir Atla Dam, sum hevði markerað seg so nógv í førooyskum politikki. Men Marita kláraði uppgávuna og skulu vit eisini minnast til, at tað var í ringastu tíðum. So lat okkum minnast tey bæði sum tveir fyri Føroyar sera góðar løgmenn.