Bretski poppbólkurin Atomic Kitten kemur í næstum til Føroya at framføra í Havn.
Upprunalig skuldu tær tríggjar kvinnurnar, sum manna bólkin, framføra um nú vikuskiftið, men framførslan er flutt til 17. november.
Gentubólkurin úr Liverpool gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 1997, tá Liz McClarnon, Natasha Hamilton og Kerry Katona mannaðu bólkin. Í 2001 fór Katona úr bólkinum, og í hennara stað kom Jenny Frost.
Tær tríggjar damurnar í Atomic Kitten hava havt trý løg, ið hava ligið nummar á á almenna bretska hittlistanum - Whole Again, Eternal Flame og The Tide Is High umframt fleiri aðrar sangir, ið hava verið nógv at hoyrt
Frá 2004 og fram til 2008 gjørdu tær lítið um seg, og fyri fýra árum síðani góvust tær at framføra saman.
Men í mars mánaði varð alment boðað frá, at upprunaliga manningin við Liz, Natasha og Kerry verður aftur at síggja á pallin saman, og leygarkvøldið 17. november kunnu føroyingar síggja og hoyra tey trý sprundini framføra øll tey kendu hittini, sum tær sungu seinast í 90unum og fram til 2008.
Framførslan verður í dansistaðnum Rex.