Avstralska Macquarie hevur nú gjørt álvara av at selja sín ognarlut í Københavns Lufthavne, sum eigur Kastrup Lufthavn.
ATP (Arbejdernes Tillægspensjon) keypir partin hjá Macquarie, skrivar Københavns Lufthavne til virðisbrævamarknaðin.
Avstralski fíggjargrunnurin keypti seg inn í Københavns Lufthavne í 2005 og keypti enn meira í 2009.
– Eg vil nýta høvið at takka Macquarie fyri góða væleydnaða samstarvið seinastu mongu árini.
– Vit gleða okkum til at halda fram við menningini av CPH sum ein av týdningarmestu flogvøllunum í Norðurevropa í hesum nýggja høpinum, skrivar nevndarformaðurin í Københavns Lufthavne, Lars Nørby Johansen.
Síðst í mai boðaði Macquarie frá, at tey umhugsaðu at selja síni partabrøv.
Macquarie átti saman við kanadiska OTPP, Ontarios Teachers' Pension Plan, 57,7 prosent av Københavns Lufthavne. OTPP heldur fram sum eigari, men nú saman við ATP sum felaga í staðin.
– Vegna CPH fegnist eg um at bjóða ATP vælkomnum sum nýggjur partaeigari í Københavns Lufthavne A/S.
– Vit gleða okkum til at menna eitt gott samstarv við tey og við hinar partaeigararnar, sum eftir eru, eisini Ontario Teachers Pension Plan (OTPP) og danska statin, skrivar Lars Nørby Johansen.
Tað verður ikki upplýst, hvussu nógv ATP hevur goldið fyri partabrøvini í flogvallarfelagnum.
Københavns Lufthavne skrivar tó, at roknað verður við, at keypararnir fara at bjóða sær til at keypa øll partabrøvini í felagnum.
Sambært boðunum verður boðið um 5.700 krónur fyri hvørt partabræv. Tá virðisbrævamarknaðurin lat aftur var partabrævið á 5.120 krónur.
Ein prísur upp á 5.700 fyri hvørt partabræv gevur felagnum eitt virði av 44,7 millardum krónum, og komandi ognarluturin hjá ATP og OTPP verður upp á 25,8 milliardir krónur.
Avtalan er treytað av, at kappingarmyndugleikin góðkennir søluna.
Í juni segði Kristian Jensen, danskur fíggjarmálaráðharri, at staturin var klárur at blada seg í, hvør keypir Københavns Lufthavne, tí tað hevur stóran týdning fyri Danmark.
– Tað er av avgerandi týdningi, at Københavns Lufthavne framhaldandi er ein nútímans og effektiv lufthavn við nóg mikið av orku til at tryggja atkomumøguleikan hjá danska búskapinum og samfelagnum, segði Kristian jensen og helt fram:
– Tað krevur, at íleggjarar við langtíðarætlanum virðisvøkstri hava ræðið á lufthavnini. Danska stjórnin fer at eftirmeta lógararbeiðið í hesum sambandi – og um neyðugt at stramma lógirnar.
Danski staturin eigur 39,2 prosent av Københavns Lufthavne.
/ritzau/