Kanningar í samband við dráp krevja, at løgreglan fer í gongd beinanvegin, og tí krevja slíkar kanningar nógva arbeiðsorku hjá løgregluni. Fútin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, sigur, at í 2022 eru átta brotsverk framd í Grønland, ið eru flokkað sum dráp.
Tað er serliga eitt av málunum, ið vekir ans. Tað er ein hending í grønlendska býnum, Qasigiannguit, sum á donskum verður róptur Christianshåb. Býurin liggur við Diskovíkina í Vesturgrønlandi, og her búgva sambært Wikipedia eini 1250 fólk.
Sambært fútanum í Grønlandi var hendingin her í býnum heldur óvanlig, tí drápið fór fram á opnari gøtu. - Tað er hent áður, men flestu dráp í Grønlandi fara fram í privatum heimum, sigur fútin, Bjørn Tegner Bay.
Í 2022 eru fleiri dráp framd í Grønlandi enn vanligt, og í árinum hevur Grønlands Politi kannað ikki færri enn átta mál, ið løgreglan flokkar sum drápsmál.
Fútin leggur dent á, at tað í seinasta enda eru dómstólarnir, sum skulu taka avgerð um, hvørt løgreglan hevur prógvað, at talan er um dráp ella ei.
Átta drápsmál er eitt stórt tal í einum ári. Sambært hagtølum hjá Grønlands Politi hava millum trý og seks drápsmál verið um árið í Grønlandi síðan 2017, og tí merkist tað, at talið í 2022 er heili átta.
- Hetta krevur nógv arbeiði av lokalu løgreglustøðunum, har málini eru. Sjálvandi er munur á, tá málini eru í smærru økjum, og tá málini eru í Nuuk, men slík mál krevja nógv av løgreglustøðunum og ákæruvaldinum.
Í samrøðu við Sermitsiaq vísir fútin á, at løgreglan kann ikki bara seta eitt ella tvey fólk á slíkar uppgávur og geva teimum eitt ár til at fyrireika málini, tí slík mál krevja, at tað verður arbeitt skjótt.
Bjørn Tegner Bay vísir á, at tá Grønlands Politi hevur so mong drápsmál, er tað náttúrligt, at onkur onnur mál mugu bíða longri.
- Vit hava eisini onnur mál, sum vit vildu fingið liðug, men sum liggja á skrivaraborðinum, tí tey, sum sita við hesum málum, eru biðin um at arbeiða við einum drápsmáli í staðin, sigur fútin í Grønlandi.
Í áðurnevnda máli í Qasigiannguit sigur fútin, Bjørn Tegner Bay, at her varð tað ein 61 ára gamal maður, sum varð skotin, tá hann kom koyrandi á einum ATV'ara.
- Hetta var á opnari gøtu, og ein 17 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í málinum, leggur hann aftrat í samrøðu við Sermitsiaq.