Átta nýggir tilburðir í Aasiaat og Upernavik

Nú er eisini ein vøggustova í Aasiaat stongd av trygdarávum, tí eitt barn úr húski við koronu var á stovninum í gjár.

 

 

 

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir við koronu staðfestir í Aasiaat og Upernavik, og nú er eisini ein vøggustova í Aasiaat stongd fyribils av trygdarávum. 

Av teimum átta tilburðunum í gjár í grønlendsku býunum, vórðu sjey tilburðir í Aasiaat, soleiðis at samlaða talið av smittaðum í býnum nú er 11.

Fimm av teimum sjey tilburðunum í gjár eru úr sama húsi. Yngsta barnið í húsinum var í vøggustovu í gjár og fekk sjúkueyðkenni eftir at vera komið heimaftur.

Hetta er orsøkin til, at tey í vøggustovuni í Aasiaat nú vilja binda um heilan fingur og hava upplýst foreldrini um støðuna.

Nýggi tilburðurin í Upernavik er úr kendari smittukeldu í býnum. Viðkomandi, sum í gjár varð staðfestur positivur, var í sóttarhaldi og heldur nú fram í sóttarhaldi heima.

Sambært Sermitsiaq upplýsir grønlendska sjálvstýri, at smittusporing er í gongd, og at øll tey, sum vórðu staðfest smittað í gjár, eru í sóttarhaldi heima.

- Fólk, sum hava verið nær teimum smittaðu, verða ringd upp og biðin um at fara í sóttarhald í sjey dagar, og hesi skulu eisini taka eina koronu-roynd á 7. degi, siga grønlendsku myndugleikarnir. 

 

Sambært hagtølunum yvir koronu-støðuna í Grønlandi, sum Sermitsiaq endurgevur, eru í løtuni 39 fólk í Grønlandi smittað við covid-19. Hetta er eitt lutfalsliga stórt tal, tá havt verður í huga, at samlaða talið av smittaðum í Grønlandi, síðan farsóttin tók seg upp, er 117.