Átta sjólátnir í skipbroti við Falklandsoyggjar

Átta sjómenn eru deyðir, eftir at skipið "Argos Georgia" sakk nærhendis Falklandsoyggjunum í Atlantshavinum.

Hesin grafikkurin vísir, hvar "Argos Georgia" sakk. Hann liggur umleið 360 kilometrar eystan fyri størsta býin í Falklandsoyggjunum, Stanley. - Mynd: Evropa Press/Ritzau Scanpix

Átta av manningini hava latið lív og fimm eru framvegis saknaðir, eftir at ein garnabátur kollsigldi eystan fyri Falklandsoyggjarnar í Suðuratlantshavi mánanáttina.

Tað upplýsa myndugleikarnir úr Spania og Falklandsoyggjunum fyri tíðindastovuni AFP.

Myndugleikarnir úr spanska landspartinum Galicia upplýsa mikunáttina, at bjargingarfólk hava funnið átta lík og 14 fólk, sum komu frá skipbrotinum á lívi. Fimm fólk eru framvegis saknað, verður sagt.

Manningin fór í bjargingarbátarnar mánadagin um 20 tíðina okkara tíð, eftir at teirra bátur, "Argos Georgia", var farin at taka vatn inn.

Tað hendi umleið 200 fjórðingar, ella 360 kilometrar, eystan fyri Stanley, sum er størsti býur í Falklandsoyggjunum.

Manningin fór av skipinum við bjargingarbátar.

Sambært uttanríkisráðharranum í Spania, José Manuel Albares, vóru tíggju av manningini úr Spania.

Tvey RAF-flogfør fylgdu bjargingarbátunum og boðaðu avvarðandi sjómyndugleikum frá, hvar teir vóru.

Nøkur skip hava eisini tikið lut í leitingini eftir skipbrotnu sjómonnunum, sigur stjórnin í Falklandsoyggjunum.

Ein bjargingartyrla hevði í fyrsta umfari roynt at bjarga nøkrum av sjómonnunum longu seint mánakvøldið, men ógvuslig veðurviðurskifti forðaðu, og royndin miseydnaðist.

"Argos Georgia" er ein garnabátur. Hann er 177 føtur, ella umleið 54 metrar, langur. Reiðarin á bátinum, norðmaðurin Robert Ervik, hevur váttað fyri AFP, at 27 mans vóru við.

Báturin siglir undir flagginum hjá bretska hjálandaøkinum Sankta Helena.

 

/ritzau/

 

 

 

Hesin grafikkurin vísir, hvar "Argos Georgia" sakk. Hann liggur umleið 360 kilometrar eystan fyri størsta býin í Falklandsoyggjunum, Stanley. - Mynd: Evropa Press/Ritzau Scanpix