Sambært løgregluni eru øll flutt á sjúkrahús. Sjey eru í stabilari støðu, meðan ein 21 ára gomul kvinna er álvarsliga løstað.
Tey skotnu eru tveir menn, tvær kvinnur og fýra børn á 6, 7, 12 og 14 ár.
Løgreglan hevur funnið eitt skotvápn á staðnum, men eingin er handtikin enn, og motivið er framvegis ókent.
Sambært amerikonskum miðlum vóru fólk savnað at hyggja at fýrverki í sambandi við hátíðarhaldið av, at USA helt 250 ára dagin sum sjálvstøðug tjóð, tá skotini fullu.
Kelda: Ritzau/ABC News.











