Audi A4 og Ford Explorer

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Audi A4 og Ford Explorer, annar ein týskur sedan hin ein amerikanskur SUV

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 14. mai vóru Audi A4 við 2,0 litra TDI dieselmotori og Ford Explorer við 4.0 litra V6 bensinmotori

Audi A4


Fyrri bilurin sum varð royndarkoyrdur var Audi A4, ið er ein spildurnýggjur sedan við fýra hurðum, sum er teknaður av italska designaranum Walter da Silva, sum nú er designstjóri hjá VW-konsernini.


A4 er ein hátøknilig konstruktión allan vegin ígjøgnum við øllum innbygdum trygdarskipanum. Ein dreymur at koyra við komforti á høgum støði.


Motorurin er ein 2,0 litra TDI (diesel) við 143 hk og snúningsmomenti upp á 320 Nm við 1.750 snún/min. Motorurin er sera umhvørvisvinarligur og økonomiskur (oljunýtslan er 18,2 km/l). Motorurin er sjaldsama ljóðleysur av einum dieselmotori at vera.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var væl útgjørdur og kostaði 409.000 krónur. Annars kostar ein Audi A4 frá 331.000 krónum fyri ein 1,8 TFSI við 120hk.

Audi A4 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík.


Ford Explorer


Seinni bilurin var ein amerikanskur Ford Explorer við 4,0 litur V6 motori og 213 hk.

Ford Explorer, ið er ein stórur 7-persónabilur við trimum røðum av setrum, hevur í mong ár verið mest seldi SUV (Sport Utility Vehicle) í USA.


Explorer lýkur øll tey strangastu krøv um trygd og umhvørvisvernd í USA og fekk t.d. fimm stjørnur og besta karakter frá NHTSA (National Highway Traffic Safety Administration).


Bilurin hevur “Control Trac 4WD System” ið er eitt sera framkomið system, ið gevur bilinum teir bestu 4x4 eginleikar bæði á asfalti og uttan fyri vanliga koyrivegin.


Bilurin er praktiskt innrættaður við ljósari leðurkabinu, automatiskum girum og sóltaki. V6 bensinmotorurin kraftar væl og hóskar væl til bilin.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar 570.000 krónur og kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.


mg