August 2004: Eimskip keypir Skipafelagið

100 mió. krónur í reiðum peningi og seks prosent av partabrøvunum í Eimskip mátti leiðslan í Eimskip lata fyri Skipafelagið Føroyar

? Størsta flutningsfyritøka í Norður Atlantshavi.
Tað er skoðsmálið, sum nýggja samanlagda flutningsfelagið gevur sær sjálvum.
Leiðslurnar í Skipafelagið Føroyar og Eimskip hava gjørt av at leggja flutningsfyritøkurnar saman. Fyri samanleggingina fáa eigararnir í Skipafelagið Føroyar 100 mió. krónur í reiðum peningi, og seks prosent av partaprøvunum í Eimskip.
Í tíðindaskrivi týsdagin 17. august verður boðað frá, at samanleggingin fer at tryggja báðum pørtum betri rakstur og kundanum betri tænastu. Bæði Skipafelagið og Eimskip hava verið marknaðarleiðandi hvør á sínum heimamarknaði seinastu mongu árini.
Nýggja felagið metir, at samanleggingin fer at geva ein umsetning í Føroyum millum 345 og 430 mió. krónur. Samanløgdu flutningsfeløgini vænta eisini at spara góðar 45 mió. krónur árliga.

Yvirtaka virksemið
Nýggja felagið arbeiðir miðvíst við at leggja flutningskervini hjá feløgunum saman, umframt at áherðsla verður løgd á at samansjóða virksemið hjá feløgnum í Danmark og menna samstarvið innan sølu- og marknaðarføring.
Frá einum føroyskum sjónahorni verður sagt, at Skipafelagið miðar ímóti at yvirtaka núverandi virksemi hjá Eimskip í Føroyum.
Eftir samanleggingina verður árligi umsetningurin hjá báðum feløgunum millum 2.400 og 2.600 mió. krónur, og ætlaði vinningurin verður mettur at verða millum 260 og 300 mió. krónur.

Veruleikin
? Vit hava bara sæð veruleikan í eyguni. Tað førir ongan veg at klórast um minkandi virksemið her á landi. Tí hava vit valt at leggja saman til tess at útnytta kapasitetin, sigur forstjórin í Skipafelagnum Føroyar, Árni Joensen.
Hann sigur, at tað so avgjørt er fyri at spara, at samanleggingin er gjørd. Hann vísti á, at Skipafelagið eitt nú hevur leigað eitt skip, sum siglir so at siga viðsíðuna av skipunum hjá Eimskipum, og at hetta er ein eyðsædd sparing at leggja hetta skipið.
Upp á fyrispurning um Skipafelagið Føroyar nú fer í søguna, segði Árni Joensen, at tað fer gamla skipafelagið ikki.
? Vit vilja bara hava skipað viðurskifti. Felagið heldur fram á sama hátt, við somu deildum og somu leiðslu. Vit fara eisini at fasthalda marknaðarrøkt og kundarøkt. Feløgini fara at virka sum tvey feløg, men fara at útnytta og brúka sama kapasitet, sigur Árni Joensen.
Stjórin á Skipafelagnum Føroyar viðgongur kortini, at tað er við sorgblídni, at ein slík avgerð verður tikin.
? Men vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu taka í kreppuárunum, vilja ikki ígjøgnum hetta einaferð afturat. Vit eru ikki noyddir til at taka hesa avgerðna, men vit hava bara sæð í eyguni, at tað førir ongan veg at liggja her og klórast um minkandi virksemið her, sigur Árni Joensen.


- - -


SÚF
Landsstýrismaðurin við mentamálum boðar avgjørdur frá, at Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya skulu leggjast saman í ein nýggjan loftmiðlastovn. Leiðari fyri samanleggingini verður Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, og harvið verður stjórin í SvF koyrdir út á eitt síðuspor.
? Endamálið við samanleggingini er at rationalisera raksturin hjá stovnunum mest møguligt, so tað besta útvarps- og sjónvarpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggjarorkuni hjá stovnunum. Eisini er endamálið við samanleggingini, at stovnarnir skula gerast betur førir fyri at røkja sínar public serviceuppgávur, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.

Nýggjur Jupiter til Gøtu
Stórt hátíðarhald er í Gøtu, tá ið nýggjur og prýðiligur Jupiter kemur til bygdina. Tað er partafelagið Driftin, sum hevur latið skipið byggjað.
? Hetta er eitt dømi um menn, sum vilja framburð og sum ikki eru ræddir fyri at at taka ábyrgd, segði Halldóra Ranghamar, borgarstjóri, í sínari røðu á hátíðarhaldinum.

Oddvør vann
Oddvør Johansen átti besta handritið, sum varð sent til skaldsøgukappingina hjá Listastevnu Føroya. Heili 28 handrit vóru latin inn til kappingina, og dómsnevndin, sum var mannað við Bergi Hansen, Katrin Næs og Turið Kjølbro, valdi skaldsøguna »Sebastians hús« fram um allar hinir. Vinningurin var 150.000 krónur.
Listastevnan verður aftur hildin við nógvum tiltøkum, og høvuðsnavn hesaferð er songkvinnan Kiri Te Kanawa.

Summar á festivali
Fyrsti Summar Festivalurin í Klaksvík eydnast betur, enn nakar hevði droymt um frammanundan. Eini 4000 fólk eru til stóru útikonsertini, og hundraðtals fólk eru eisini til hini tiltøkini. Ken Hensley, Boney M og ein rúgva av øðrum føroyskum og útlendskum nøvnum spæla, og góða summarveðrið virkar við til, at fólk streyma til Klaksvíkar á festival.

- - -

»Undurverkið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er. Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitjandi gestur á hesi fold. Hevði eg kunnað valt millum deyða og ævigt lív, hevði eg umgangandi valt æviga lívið, tí alt í mær skríggjar eftir at vera verandi í hesum ævintýrinum.«
? Jostein Gaarder, norskur rithøvundi á vitjan í Føroyum

»Eg meini tað í rama álvara, tá eg sigi, at børnini ongantíð fyrr hava verið so fitt og góð at fáast við, sum tey eru í dag. Men tey bera seg annarleiðis at, enn vit gjørdu, tí samfelagið krevur nakað annað av teimum. Tey sussa, tey snakka, siga sína hugsan og taka tað ikki altíð sum givið, at lærarin veit best.«
? Rógvi Thomsen, lærari og pedagogur


- - -

Føroya U17 landsliðið hjá dreingjum vinnur púra óvæntað 1-0 á Danmark í NM-kapping í Finlandi