Av gøtuni og á reyða teppið

Í desember spældi hon violin á gøtunum í Liverpool fyri at tjena nøkur oyru. Tveir mánaðir seinni gekk hon á reyða teppinum til Grammy-heiðurslønirnar. Greta Svabo Bech stevnir beint móti stjørnunum.

- Tað er øgiliga kalt at standa á eini gøtu í Onglandi og spæla violin, so tað vil eg helst sleppa undan at gera aftur. Soleiðis sigur 23 ára gamla Greta Svabo Bech, sum býr í Liverpool, har hon skrivar sangtekstir og syngur við ymsum bólkum. Fyri tveimum vikum síðan sat hon millum øll tey stóru nøvnini innan tónleikaheimin til Grammy-heiðurslønirnar í Los Angeles. Saman við bólkinum Deadmou5 var hon tilnevnd ein Grammy fyri “Best Dance Recording”.


Vildi verða rithøvundur

Hóast Greta altíð hevur havt áhuga fyri tónleiki og nú satsar alt upp á sangin og sangskrivingina, so var tað ikki soleiðis, at hon sum barn droymdi um at gerast tónleikari.

- Sum barn og heilt ung vildi eg verða rithøvundar, tí mær hevur altíð dámað væl at skrivað, sigur Greta, sum tó byrjaði at fáast við tónleik longu sum fýra ára gomul.

- Eg byrjaði at spæla violin, tá eg var fýra ár. Tað mesta, sum eg spældi, var klassiskt, men sum eg bleiv eldri fór eg at lurta meira eftir fólkatónleiki, og tað geri eg framvegis, sigur Greta. Hon fór av álvara undir at syngja sum 19 ára gomul, og tað var serliga ein sangur, sum gjørdi, at hon yvirhøvur fór undir at syngja.

- Eg hoyrdi sangin hjá Chumbavamba, sum eitur “Tubthumping”, tá eg var 17, og líka síðani havi eg sungið, fortelur Greta og flennir.

Hon búði í Havn til hon var trý ára gomul, tá hon saman við foreldrunum flutti til Portugal. Eisini hevur Greta eitt skifti búð í Singapore. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Onglandi, men henni dámar væl at ferðast til Føroyar av og á.

- Eg havi verið onkrar summarferiur í Føroyum, og tað er altíð deiligt at síggja familju og vinir tá, sigur Greta. Føroyingar hava eisini havt høvi at uppliva tónlistarligu gávurnar hjá Gretu, tí eitt nú hevur hon upptraðkað við bólkinum Picture Book á G-festivalinum og spælt saman við Spælimonnum. Harafturat hevur hon eisini framført við Føroya Symfoniorkestri.


Grammy hevur økt áhugan

Hæddarpunktið higartil hjá 23 ára gomlu songkvinnuni var 12. februar, tá hon var til staðar, meðan stórslignu Grammy-heiðurslønirnar blivu handaðar fyri 54. ferð.

- Tað var sjálvandi ein stór æra at sleppa at vera við til eitt so stórt og kent show. Har vóru øll tey størstu innan tónleikavinnuna, og hóast eg ikki vann, so fekk eg eina Grammy-medalju, sum lá í gávuposanum, sum eg fekk, fortelur Greta. Sjálvt um hon ikki vil nevna nakað ítøkiligt, so avdúkar Greta, at hennara luttøka á Grammy-tiltakinum, hevur havt eina positiva ávirkan á hennara lív sum sangarinda og sangskrivari.

- Eftir at eg var við til handaninar av Grammy-heiðurslønunum, merki eg avgjørt ein størri áhuga frá bæði fjølmiðlum og fólki innan tónleikavinnuna. Tað góða er sjálvandi, at tað brádliga er blivið lættari at fáa arbeiðir, greiðir Greta frá, sum líka síðani luttøkuna á Grammy-tiltakinum hevur fingið fleiri ymisk tilboð frá konsertfyrireikarum, tónleikabólkum, einstaklingum og øðrum sangskrivarum.

Í løtuni eru Greta í upptøkuhølunum saman við einum lokalum tónleikara, Clean Cut Kid, sum fæst við tónleik innan dance-sjangruna. Greta er við á fløgu hansara, sum væntandi kemur út á bretska tónleikamarknaðin í næsta mánað.

- Eg vóni, at eg komi út at spæla á konsertum, tí fíggjarliga eru konsertir meira gevandi enn fløguútgávur, sigur Greta og leggur afturat, at lívið sum tónleikari til tíðir er strævið.

- Tað kann verða hart fíggjarliga, og onkuntíð burdi eg havt okkurt annað arbeiði viðsíðuna av tónleikinum.


Tónleikurin fyllir alt

Seinastu árini hevur tónleikurin fylt meginpartin av tíðini hjá Gretu, sum hevur eina bachelorútbúgving innan tónleik. í fjør fekk hon kandidatprógv í heimspeki, men nú er tónleikurin tað, sum Greta raðfestir hægst.

- Gerandisdagurin er sjálvsagt merktur av mínum áhuga fyri tónleiki. Akkurát nú eri eg hvønn dag í upptøkuhølunum, men annars fara stórt sæð allir dagar í vikuni við sangi, sangskriving og framførslum ymsastaðni í Onglandi, greiðir Greta frá. Hóast hon fyri ein stóran part hevur samstarvað og sungið við bólkum innan dance- og electrosjangruna, lurtar Greta sjálv rættiliga nógv eftir fólkatónleiki. Íblásturin til sang og sangtekstir fær hon frá ymsum tónleikarum, men serliga tveir sangarar, hava týdning fyri tónleikin hjá Gretu.

- Mær dámar ótrúliga væl íslendsku Bjørk og eisini bretska-enska rokkbólkin Fleetwod Mac. Sangarin í Fleetwood Mac, Stevie Nicks, er avgjørt ein tónleikari, ið gevur mær íblástur, sigur Greta, sum roynir at fáast við onnur áhugamál, tá tíðin er til tess.

- Tá eg var yngri gjørdi eg fimleik og sparkaði fótbólt, men nú plagi eg av og á at skriva stuttsøgur. Og tá eg onkuntíð eri frustrerað, tá plagi eg at mála, sigur Greta og smílist.