MARTIN NÆS: Av Kallinum í Eiffeltornið
Fyri nøkrum árum síðan fór eg saman við útlendskum bókavørðum norður eftir Kalsoynni. Tíverri var veðrið ikki til vildar tann dagin. Vit sóu einki, tí mjørkin lá tjúkkur; men tað, sum vit hoyrdu var jarmandi seyður og kátur fuglur. Komin norður á Kallin, løgdu vit hondina á vitan, og vit hoyrdu tokulúðurin boða sín boðskap út í tokuna, meðan bóndin úr Mikladali greiddi okkum frá um alt tað, vit ikki sóu. ? Tað var ikki sørt, at vit sendu Vitameistaranum á heimsins enda ein fjálgan tanka, og takkaðu honum í huganum fyri øll orðini, hann hevði givið okkum hesi hundrað árini.
Fyri fáum døgum síðan sat eg, saman við góðum vinum uppi í Eiffeltorninum. Har var eingin mjørki, eingin jarmandi seyður og eingir kátir fuglar. Har ýddi við myrkum minnisgripaseljarum, ið vildu pranga alt møguligt slag av plastikkminnisgripum upp á teg. Tú fekst í veruleikanum ikki gingið fyri billettlúkum og sølubúðum. Knappliga, meðan vit sita langt har uppi og hyggja eftir kvøldarljósinum yvir París, stingur eitt fremmant, blítt kvinnuhøvur seg fram av stólinum við síðuna av mær, og sigur á ramligum norðoyarmáli: gott kvøld, eg eiti Annika og eri av Trøllanesi.
Eg má siga, at í fyrsta umfari ljóðaði hetta líka so mentunarliga ótrúligt, sum tær báðar ferðirnar í árinum, eg varð ringdur upp, og mær varð sagt, at í næstum fór Føroya Landsbókasavn at fáa nakrar bókmentaligar dýrgripir í varðveitslu. Dýrgripirnir vóru frumritini til bíbliutýðingina hjá Victori Danielsen, og nú henda dagin frumritið til Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Tú stendur sum eitt stórt spurnartekin og kann bara bera fram eina fátæksliga tøkk.
Hóast mjørkin aftur sýgur saman um vitan á Kallinum, og hóast bilosin legst í tjúkkum løgum á billettlúkurnar í Eiffeltorninum, so er gott at vita, at enn eru fólk í Føroyum, sum vísa álit og hava álit. ? At so ein Annika av Trøllanesi eisini kann gera lívið meira spennandi at liva ? eitt kvøld í París ? er bara ein sjarma aftrat!
Martin Næs
TORBJØRN JACOBSEN: Árið - sæð í mentunarligum ljósi
Ørkymlandi støða, at skula velja og vraka burturúr eini stórari rúgvu av mentunarupplivingum. Og so er tað tann veruleiki, at kanska gekst betri at røkja littereru & musikalsku akkumulatorarnar, tá ið tú sjálvur ráddi yvir frívaktunum, enn nú, tá ið tú fer fram inni á Glyvrum í lýsingini, og sjáldan er aftur við hús fyrenn um miðnáttarleitið. Onkursvegna rennur meiri út enn tað rennur inn í høvdið. Kanska tí at ein ikki enn hevur vant seg við hetta landkrabbalívið, harið fleiri atlit skula takast enn man er vanur við. Hetta seinasta nosið, harið ein fluga í denn grad gjørdist ein uppreklameraður fílur, vóru kanska abstinensir frá mínum gamla og komandi arbeiðslívi. Men um ikki annað kom burturúr tí, so fingu vit ígjøgnum útvarpið staðfest illtankan um, at Fólkaflokkurin politiskt og hugsjónarliga er ímóti at hátíðarhalda einasta dagin, sum arbeiðarafjøldin, einsamøll, eigur í árinum, og eisini, at hann er ímóti at avtaka danska Grundlógardagin sum frídag í føroyskum skúlum. Ná, men málið er nú reist. Og tað kunna bara verða batar, ið liggja í havsbrúnni.
Besta bókin? Ja, tað valdast bøkur. Kom fyri stuttum framá eina skaldsøgu niðri í gamla bókhandli. ?Cuba Libre? hjá franska rithøvundinum Reginé Deforges. Ein av teimum stóru í okkara tíð. Ein fín lýsing av cubansku kollveltingini. Kann bara mæla øllum til at lesa hana. Á søguliga ella rættari siðsøguliga økinum eri eg ómetaliga imponeraður av bókini ?Hin føroyski róðrarbáturin? hjá Andrasi Mortensen. Makan til vælaverk skal man leita leingi eftir. Prógvar, at í yngra skaranum av skrivandi fólki liggur eitt øgiligt potentiali, sum farast skal væl um. Harmist um at eg ikki var heima tá ið hon varð almannakunngjørd. Fekk hana sendandi frá høvundinum, og tað eri eg sera takksamur fyri.
Besta fløgan? Hetta er kanska torførasti spurningurin. Ov nógv at velja ímillum. Men, sum tú veist, so dámar mær serliga væl Bubba Morthens. Fekk hesa uppsamlingina frá honum, ?Søgur 1990 ? 2000?, tá ið vit hittust í Reykjavík í heyst, og tá ið hetta er hæddin í hansara tónleikaskeiði, velji eg hesa, ímillum fleiri, sum liggja tætt undir borði.
Besti filmur? Havi lítið skil á hesum økinum. Durvi pr. definitión tá ið einir 5 minuttir eru farnir av einum filmi. Veit ikki hví. Hetta má bara verða eitt gamalt skot. Ein eldri filmur frá Vietnam krígnum ?The dear hunter? dámdi mær somikið væl, at eg hugdi at honum fleiri ferðir. Høvdu hann á bandi umborð. Sjáldan er sálarligi terrorin mótvegis tí einstaka, í báðum pørtum, í einum kríggi, so væl lýstur sum her. Myndin av hesum amerikanska unglinginum, vassaður út í narkohelviti, harið hann situr og spælir russiska roulet fyri fíggjarliga at halda rúsinum gangandi inn í ævinleikan, er ein so sterk mynd, at hon fer ikki úr høvdinum aftur í bræði. Og so var hetta bara eitt ideologiskt stríð, harið deyðans keypmenn vóru teir einastu ið fingu nakað burturúr. Kanska var tað ?eisini? ætlanin?
Besti sjónleikur? Krypilin úr Inishman. Eitt vælaverk av Grímu. Gav stórar vónir um eina bjarta framtíð í føroyskum sjónleikalívi. Nú gleði eg meg bara til at síggja frumframførsluna av hesum nýggja sjónleikinum hjá Jóanesi Nielsen einaferð í vár. Her eru vit veruliga á einum vegamóti. Tað blíðkar fyri hugaðum monnum og kvinnum má sigast.
Besta framsýning? Ólavsvøkuframsýningin.
Besta tiltak? Tað er ómetaliga ilt at siga. Tað kundu verið so nógv. Men eg haldi við Dimmalætting tá ið teir siga, at hetta Bjørn Afzelius kvøldið í Norðurlandahúsinum var til UG. Ikki tí at vit báðir høvdu eina lítla rollu í tiltakinum, men tí at tónleikurin var í topp. Og atmosferan við. Eitt annað tiltak, sum eg var ikki sørt hugtikin av, var eitt konsertkvøld í losjuni í Gøtu, harið Ivory spældu saman við hesum fantastiska saxofonistinum, sum vitjaði oyggjarnar í summar. Húsið er lítið, men onkursvegna gerst tað púra elektriskt, tá ið stórir listamenn fylla tað við sínum gávum. Tú minnist kanska tá ið Bjørn Eidsvaag fyri nøkrum árum síðani hevði eina konsert har. Guð hann náði meg fyri eitt upplivilisi. Stemningurin var so komprimeraður og høgur, at hann kann ikki beskrivast, hann mátti upplivast.
Besta mentunaruppliving? Ja, tað mundi vera tá ið eg sjálvur varð settur at forvalta mentanina frá politiskari síðu. Hetta var sjálvandi skemt. Eg veit ikki rættiliga. Men at hitta og tosa við 3 so stórar listamenn sum Ingálv av Reyni, Bubba Morthens & Mikhael Wiehe hevur havt stóran týðning fyri meg. Onkursvegna hava teir verið ein partur av tær, hesir merkiligu menninir, við teimum ógreiniligu, Guðagivnu gávunum. Og so standa teir har, sum øll onnur, hamar av kjøti og blóði. Áh, hvat er tað ikki vælsignað, at menniskju ikki verða skapt, í dusinum, buntaði saman á einum flowandi samlibandi. Munurin ger lívið vert at liva!
við frændakvøðu
tobbi
HELGA HJORVAR: Tað besta í 2000
Millum tað besta eg havi upplivað á føroyska mentunarpallinum í ár, havi eg hug at nevna eina røð av upplivingum. Frumframførslan hjá íslendska symfoniorkestrinum av fyrstu føroysku symfoniini hjá Sunleifi Rasmussen í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein stórfingin hending, sum tað var sera spennandi at fáa loyvi til at uppliva. Av einstøkum sjónleikaraavrikum kunnu leiklutirnir hjá Katarinu Nolsøe í sýningini hjá Grímu "Moder syvstjerne" á Meiarínum verða nevndir. Hon hevur bæði leiklutirnar sum Antonia og læknafrúan Helga Aho. Hetta var ein fjølbroytt lýsing av tveimum sera ymiskum kvinnum, og Katarina hevur eina serliga útstráling á pallinum. Og so ein leiklutur í einum filmi, nevniliga Ingvar Sigurðsson í leiklutinum sum Páll í filminum "Alheimsins einglar", sum varð sýndur í filmklubbanum í Norðurlandahúsinum. Ingvar hevur nú fingið áskoðaravirðislønina sum besti europeiski filmsleikari í ár. Sum sjónleikari er Ingvar sera nærverandi, og hóast Páll hevur stóra megi í tulking hansara, so vísir hann av einslistum ein viðbreknan persón. Framførslan hjá Havnarkórinum í Gøtu kirkju av jólaoratorinum hjá Bach var góð. Kórið syngur sera væl við Jóni Stefánssyni sum leiðara, og tað var nakað heilt serstakt at hoyra hetta listaverk framført í so vøkrum umhvørvi. Og so Summartónakonsertin í Listaskálanum við Blásarakvintet Reykjavíkur, har verkið Rapp hjá Atla Heimi Sveinssyni varð frumframført. Tá ið kunnað varð um hetta verkið í sambandi við at Bergen er menntanabýur ár 2000, varð dentur lagdur á, at frumframførslan hevði verið í Tórshavn. Eitt skemtiligt verk, sum tónleikararnir høvdu mikla fragd í at framføra. Henda spæligleði er nakað, ið mangan vantar tá ið tónleikur verður framførdur.
Og at enda vil eg nevna framførsluna hjá Michael Wiehe og teimum føroysku tónleikarunum herfyri. Hugtakandi tónleikur við broddi í.
Helga
AUGUSTA MIKKELSEN: Tann besta mentunarupplivingin í 2000.
Sum stjørnur á himmalinum seta upplivingarnar seg. Jú longri tú hyggur, fleiri stjørnur sært tú. Tað er tí trupult at takað eina uppliving framum aðra. Hetta var tað, ið kom mær til hugs, tá eg skuldi velja bestu mentunarupplivingina í ár. Tó vil eg nevna nakrar stjørnur, innan eg komi til hina bestu: Aftaná 20 ár aftur at síggja filmin Blikktrumman eftir bókini hjá Günter Grass; fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum; bøkurnar hjá Jens Paula Heinesen, ?Á ferð inn í eina óendaliga søgu? og beint nú upplivi eg Írlandi í 30?unum saman við Frank McCourt og bókini ?Angela?s Ashes?.
Fyri meg er ein góð mentunaruppliving, sama um tað er ein bók, filmur, sjónleikur ella okkurt annað, ein uppliving har kenslur mínar verða raktar og eg gloymi meg burtur.
Tað sum tó stendur mær sterkast í minni er sjónleikurin ?Krypilin úr Inishmaan? ein kenslunemandi uppliving. Eg kendi meg settan eini 30 ár aftur í tíðina og dugi væl at ímynda mær, at sjónleikurin var bygdur á lívið í eini føroyskari bygd um tað mundi. Persónarnir vóru allir kendir og eg kom at hugsað um fólk, eg næstan hevði gloymt høvdu verið til. Eg vóni tó ikki at hetta er ein søga í kundi verið skriva um eina føroyska bygd ídag. Útferðarlongsulin munnu flestu føroyingar kenna, og so hetta at tað er okkurt uttanífrá komandi í skal bjarga okkara lívsinnihaldi. Allur sjónleikurin var ein sonn sansauppliving, til tíðir føldi eg sjórokið í andlitinum, luktin av tara og olju og so hesin heilt serligi lukturin, sum er í fjørðuni aftaná brimgang.
At verða til sjónleik á so høgum støði var heilt avgjørt ein stór uppliving. At síggja sjónleikin saman við allari familjuni gevur eina felags mynd, ið vit altíð fara at hava hjá okkum og vit kunnu tosað um somu persónar og ímynda okkum teir. Nú hostin hevur verið so ringur, kunnu vit jú lættliga ímynda okkum Halta-Billy.
Hetta var ein framúr gjøgnumførdur sjónleikur ? ein vælvirkandi eind. Ein góð uppliving at minnast aftur á, tá hugsað verður um mentan í árinum 2000.
Augusta
LYDIA DIDRIKSEN: Ein serlig skaldsøga Der Vorleser eftir Berhard Schlink
Síðani eg kom í samband við týska málið ? í realskúlanum fyri nærum tríati árum síðani ? havi eg havt serligan tokka til týska skaldskapin. Í mínum hugaheimi býr okkurt serstakt í hesum skaldskapi, sum ikki er at finna í øðrum skaldskapi. Okkurt, sum tølir og dregur, og sum fær meg at undrast og tráa eftir størri innliti. Kanska botnar tað í teimum ógvusligu mátsetningunum í týsku søguni og mannasálini.
Í november var eg í lestrarørindum í Lubeck í Týsklandi, og hoyrdi eg har bókina ?Der Vorleser? nevnda. Bókin varð nevnd í samband við holocoust. Og satt at siga, so hugsaði eg, at tað orkaði eg ikki at lesa um.
Ein leygarmorgun stóð eg í gongugøtuni í Lubeck. Tað var fyrst í november og langur leygardagur var. Fólk í túsundavís róku í gøtunum.
Eg hevði varnast eitt lítið litfagurt skelti uppi yvir einum handli, Pressezentrum stóð á tí. Eg fór inn at forvitnast og fyri at sleppa undan fólkarúgvuni. Og bilsin gjørdist eg! Eg var komin inn í ein handil, sum seldi bøkur, fløgur, filmar og telduspøl. Tað var ikki ein vanligur handil í okkara mátistokki, men ein handil á stødd við alt SMS. Tú kundi ganga inni har í tímar!
Og har rendi eg meg aftur í hesa vælsignaðu bók. Eg las tað, sum stóð aftan fyri á bókini, hugdi eftir prísinum og keypti hana.
Tá ið eg kom heim til familjuna, sum eg búði hjá, vísti eg bókina fram. ?Á nei, ikki hasa bókin!? segði tann unga konan, sum eg búði hjá. Eg spurdi hana so, um hon hevði lisið bókina. Jú, hon hevði lisið hana, og hon var bæði keðilig og forargilig! Og hon var ikki sørt øst, tá ið hon segði hetta! Eg undraðist, tí eg helt, at bókin ljóðaði spennandi.
Sama kvøldið byrjaði eg at lesa bókina. Og um tað ikki var tað, at eg skuldi so tíðliga upp sunnumorgunin, so hevði eg ikki lagt bókina frá mær ta náttina, fyrrenn eg var liðug at lesa hana.
Bókin er um ein 15-ára gamlan drong, Michael Berg, sum av tilvild hittir eina konu, Honnu Schmitz. Hon er farin um tey tríati, men hóast aldursmunin gerst sambandið teirra millum inniligt. Í loyndum hittast tey heima í íbúðini hjá henni. Men brádliga ein dag er Hanna horvin. Michael sær hana aftur ? nógv ár seinni ? í einum rættarsali, har hon situr á ákærubonkinum, og hann fylgir við rættarmálinum sum juralesandi. Hann skilir tá, at hon hevur dult eitt ræðuligt loyndarmál fyri honum. Hon fær lívlanga fongsulsrevsing, men teirra samband endar ikki har?
Bókin er skrivað í 1. persóni og er ótrúliga stringent í forminum. Hon er lítillátin, lágmælt og einføld, men ongantíð banal ella sentimental. Hon tekur teg inn í síni rúm, gloppar hurðar og vísir tær loynikrókar og skot, men tú noyðist sjálv at royna at fóta tær og finna vegin út aftur. Tað eru ongar lættar loysnir á teimum moralsku og etisku spurningunum, sum hon setur tær!
Rithøvundurin, Bernhard Schlink, sum hevur skrivað bókina, var føddur í Heidelberg í 1944 og er sjálvur juristur.
Bókin er týdd til 29 ymisk mál og er vorðin ein metseljari um allan heim, og tað er púra óvanligt fyri eina týska bók. Hollywood hevur longu lagt seg á filmsrættindini, so helst gongur ikki drúgv tíð, áðrenn bókin verður at síggja sum filmur.
Tú kanst klikka teg inn á www.diogenes.ch og lesa nærri um høvundan og bókina (har ber eisini til at keypa bókina, sum er góðar 200 blaðsíður, fyri DM 15,-).
Og míni ráð eru: Les hana ? tú gloymir hana ikki dagin eftir, at tú hevur lisið hana!
Lydia
HØGNI DJURHUUS: Í kirkju á Asoroyggjum
Hóast eg plagi at skriva "ateistur", tá eg svari spurnarbløðum ella skrivi í gestabøkur, fari eg altíð í kirkju, tá eg eri í øðrum londum. Helst, tá eg eri í londum, har sum gudstænasturnar eru ikki so keðiligar sum í okkara kirkjum. Har sum gleði er í gleðiboðskapinum. Har sum lívið fyri deyðan
eisini er til.
Í summar var eg á Asoroyggjunum. Og eg helt tann góða ferðasiðin. Fór í
kirkju. Ikki bara, tá messa var. Men eisini fyri at seta meg eina løtu. Hvønn dag, viðhvørt tvær ferðir um dagin. Tí í kirkjunum á Asoroyggjunum, teimum sum eg var í, var allan dagin kirkjusangur úr hátalarum, fløga ella band, tað veit eg ikki. Men júst so hart frá, at hann hoyrdist, uttan tó at
órógva hini, sum vóru har í øðrum ørindum.
Tað var líka gott fyri sálina sum at sita á vertshúsi at fara inn í hesa dularfullu hálvaskýming og ráligu luft, sum eru í aldargomlum, stórum rúmum, sum eingir ovnar eru í. Seti meg beint undir ein hátalara, lati aftur eyguni og lurti - lurti eftir hesum tølandi, dragandi sanginum. Hugvekjandi monotonur. Løtu seinni eri eg í miðøldini. Durvi kanska og droymi. Ein fullkomin friður mitt í býnum við sínum bilum og motorsúkklum.
Tá eg komi aftur, og lati upp eyguni í august 2000, stendur hon har eitt sindur innari og biður, haldi eg. Kolasvart sítt hár og kritahvítar, sera trongar buksur. Guds fullkomna skapanarverk. Ein eingil? Nei, hon hevur ongar veingir. Eg fari út, fram við gomlu, svørtu konuni, sum biddar á kirkjutrappuni, út í náðileysa sólarljósið, á vertshús og biði um ein Absint, hendan eitraða ljósagrøna løgin, sum Baudelaire og teir drukku, tá teir drukku seg í hel. Oyruni og eyguni full av undrinum í kirkjuni.
Mentan - ja, eitt slag.
Høgni
TURIÐ D. HENTZE: filmurin ?Festen? í Sjónvarpinum:
"Festen" hjá Søren Vinterberg haldi eg man vera tann filmur sum best hevur fest seg. Eg sá hann í SvF fyrr í ár. Hesin filmur var fantastiskur. Drama fram um alt. Júst sum eg lenaði meg afturá í sofuni aftaná spennandi løtuna, tá sonurin undir borðhaldinum hevði ákært pápan fyri siðamisbort, og veitslufólkið royndi at gloyma og skava útyvir við tosi um skjaldbøkusúpan og sós, var eg aftur tikin á bóli. Tí tá sonurin reisti seg aðru ferð, var eg mentalt fyrireikað til, at nú fór sonurin at bera í bøtuflaka - og hann gjørdi júst tað øvugta. Drama má sigast. Og sonurin reisti seg triðju ferð. Drama uttan líka á henda hátt at verða álopin, tá tú minst væntar tað - við paradunum niðri. Og so við einum so viðkomandi evni sum siðamisbroti. Filmurin var eisini skemtiligur og samstundis álvarsamur og segði ikki so lítið um okkum menniskju, okkara lívslygnir og maskur og royndir at halda okkum flótandi omaná, summi hægri í vatninum enn onnur. Dramatisk realisma. Mær dámar best filmar sum minna um dagligdagin.
Turið
JÓNHEÐIN H. TRÓNDHEIM: Rótin í mentanini ella mentanin í rótini
Árið var ikki meira enn ein gótt sekund gamalt, tá eg og nøkur saman við mær, fingu ársins karm uppi í kirkjubøhaganum, har vit høvdu leitað okkum fyri at síggja fýrverkið. Tað sóu vit forrestin einki til vegna illveðrið. Tað er nakað, eg fari at minnast restina av lívinum.
Fløgan hjá norska bólkinum a-ha Minor Earth Major Sky havi eg fest meg við, tí eg má siga, at hon var nogv betri enn eg nakrantíð hevði torað at ímyndað mær. Ok, sjálvandi eisini fløgan hjá U2, men tað er líkasum nakað, eg eigi at halda, so tað telur ikki heilt við.
Eg veit ikki, um tað at stjala røtur telur við sum mentan, men tað er ið hvussu er ein heilt serlig mentan, sum fullkomiliga er farin. Hesa gomlu tjóðsvættamentan havi eg í hetta ár blást lív aftur í, ið hvussu er fyri meg og ein vinmann.
Vit vóru farnir ein gongutúr, eg og vinmaðurin Janus Mohr framvið Sandánni frá Havnadali og oman í Sandágerð. Komnir hálvan veg oman rendu vit okkum í eitt rótakál, sum lá so pent har og lokkaði. Gomul minnir og smakkurin kom aftur í munnin, og eg orkaði ikki at standa ímóti, mátti synda. Vinmaðurin bar seg undan, tí hann var ikki so vælbevandraður í ránsmentanini, so hann var standandi á hinum áarbakkanum, meðan eg fór sníkjandi inn í rótakálið at stjala. Eg valdi mær eina lítla men vakra rót, sum eg minnist plagdu at smakka sera væl. Rótin varð flust og etin, og tástani mintist eg, hví vit plagdu at stjala røtur. Stolin frukt smakkar heilt einfalt best.
Meðan eg 34 ára gamal og vinmaðurin Janus 62 ára gamal standa og gumla hesa stolnu frukt, síggja vit, at eigarin hyggur eftir okkum. Hann hevur ivaleyst rist á høvdinum eftir míni ússaligu ránsferð, men kortini bleiv hetta ársing upplivilsi.
Ok, so má eg eisini siga, at tað frøddi meg óendaliga nógv, at Ingálvur á Reyni at enda fekk ein evarska lítlan part av tí virðing, sum hann hevur uppiborið.
So sanniliga bleiv hetta eitt gott ár.
Jónheðin
JÓGVAN ARGE: Morgunmatur og steypafinalur
Nú veit eg ikki, hvat tú meinar við, tá tú sigur mentan. Men Heðin Mortensen plagar at siga, at ítróttur er eisini mentan, so eg royni meg við eini uppliving á tí økinum.
Tvær ferðir havi eg verið til steypafinalur í Íslandi. Fyrru ferð í 1998, tá Leiftur á Ólafsfirði spældi móti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Seinnu ferð í september 2000, tá ÍA av Akranesi spældi móti sama ÍBV. Báðir dystirnir fóru fram í miklum rómi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Fóru mannsterk avstað í 1998. Vóru ikki meir enn komin inn á sjómansheimið Ørkina, tá systkinabarnið hjá mammu, Kollbein Ólafsson, stóð í durinum. Hann er úr Oyggjunum og var eins og vit komin til Reykjavíkar til steypafinalu.
Vit vóru í hvør sínum parti, men avrátt varð, at vit skuldu hittast til morgunmatar sunnumorgunin, áðrenn farið varð til dyst. Hetta fekst í lag, og vit høvdu eina hugnaliga løta inni hjá trímenninginum Kollbrún í Bergstaðarstræti.
Í ár fór eg einsamallur til steypafinalu. Ringdi leygarkvøld til Kollbrún og spurdi, um pápin var komin. Jú, hann var til dystin fús. Eg segði bara frá, at klokkan 10.30 morgunin eftir kom eg til finalumorgunmat eins og seinast.
Hetta var væl móttikið. Klokkan 10 var versonur Kollbein eftir mær, og í Bergstaðarstræti tóku vit prátið upp aftur har, sum vit sleptu fyri tveimum árum síðani. Jú, Kollbein ætlaði sær til dystin. Hetta var heimalið hansara og sonur hansara var liðleiðari hjá ÍBV, so her mátti stuðlast.
Dóttirin fór kanska til dystin. Versonurin fór ikki, tí ÍBV tapti altíð, tá hann var á vøllinum, og Mary, kona Kollbein, fór heldur í kirkju. Hon toldi ikki hesar dystirnar. Tað stóð ov nógv á sær.
ÍBV vann í 1998, men í 2000 vann Akranes. Akurnesingar buðu mær eftir dystin inn undir áskoðaraplássini at bíða. Tá kemur ein lágvaksin, ljóshærdur, nýbrúsaður maður yvir at heilsa. Jú, hetta er trímenningurin Valgerður, liðleiðarin hjá ÍBV.
Hann hevði, av góðum grundum, ikki havt stundir at koma til morgunmatin í morgun. Men til lukku við sigrinum, segði hann. Spell, at vit ikki vunnu. Tað verður kanska betur eina aðra ferð.
So skundaði hann sær út í bussin hjá ÍBV, sum skuldi koyra teir til Tórlákshafnar, meðan vit fóru í bussin hjá ÍA, sum á veg til stóra móttøku á torginum á Akranesi steðgaði við eina ølstovu í Mosfellsbæ.
Har byrjaði ballið, nú ársins díðsti dystur var frá hondini við góðum úrsliti.
Jógvan
MEINHARD JENSEN: Dylan í uppvaskinum
2000 var eitt langt ár, ríkari til film enn tónleik. Nógv var gott, og sumt einastandandi, men onki var so framúrskarandi, sum tað hevur verið onnur ár. Í 87 var eg á Duran Duran konsert. Hon var best, til eg í 93 sá U2. Í 96 var tað Van Morrison, árið eftir aftur U2. Fyrraárið hoyrdi eg Dylan í Forum og í fjør var tað King?s X í Vega. Tey árini var lítið at ivast í, hvat var fremsta uppliving í sambandi við list og mentan, men í 2000 veit eg ikki.
Teir góðu bólkarnar í ár havi eg hoyrt fyrr, og allir vóru betri tá. Eg hoyrdi Seamus Heaney lesa yrkingar í Glyptotekinum í summar og sá saman við konu og vinum Andy Warhol málningar í Louisiana. Tann dagurin hevði nógv fram um aðrar, men Warhol átti bara part í tí.
Tíðliga í heyst gingu nógvir góðir filmar niðri, m.a. Dancer in the Dark og Wonder Boys, og teir vóru filmsupplivingar av teimum betru. Í septembur sá eg Godfather trilogiina. Eg hevði gott ljóð og góðan frið, so filmurin slapp at taka meg við sær. Tað var absolutt besta videofilmsuppliving.
Hvat er ein uppliving? Hon sansast inniliga í núinum, men gerst síðani eitt minni. Minnið hevur ikki sama bit sum upplivingin.
Besta tónleikauppliving í 2000, tori eg at siga, var ein dagin tíðliga í summar í eini íbúð á Bispebjerg. Eg skuldi vaska upp og lænti mær ein discman afturvið. Best of II hjá Dylan var nýggj, og har var ein eyka fløga í við tveimum sangum á. Annar sangurin var Highlands, sum upprunaliga er av Time out of Mind frá 1997. Lagið er meira enn sekstan minuttir og ljóðar kanska ikki nógv fyri verðini. Tá eg hevði hoyrt sangin ofta, ofta, vaks søgan í huganum, og hesin túrurin, Dylan gongur gjøgnum tekstin og tónleikin, gjørdist mera livandi hvørjaferð. Hann gongur úti á vegnum, fer inn á eina restaurant, tosar við servitrisuna og fer síðani útaftur. Gongur gjøgnum eina park, sær ung fólk í sprøklutum klæðum, tosar við seg sjálvan. Í niðurløgunum sigur hann, at hjartað er í hálendinum, og har fer hann einaferð. Men nú, nú er hann ein eygleiðari, gamal og troyttur, alt eru fjart, og honum leingist niðan á hæddirnar.
Eg stardi niður í uppvaskið og hoyrdi fyrstu ferð Dylan siga hesa søguna í live-høpi. Tað ber mær illa til at greina tað. Søgan var nærverandi og viðkomandi, ljóðið var feskt, og eg skilti aftur, hví mær dámar so væl Bob Dylan. Tað er blues fyri hjartað, men eisini meir enn tað. Tað eru rútmur til likamið. Men eisini ein søga til tann partin av okkum, sum hoyrir søgur. Ein dámur av einum rúmi og tveimum fólkum, sum tosa. Ein maður gongur úti og ynskir sær ein síðan leðurfrakka. Og tað eru súmbol, sum gerast størri við tíðini. Eitt hartkókað egg og servitrisan, sum er gerandislig og mystisk. Higlands er landslagið úr gomlum skotskum kvæðum, men tað er eisini andaligu hæddirnar og landið hinumegin.
Og løtan fer og er farin, og tú misunnir tær sjálvum eina so fullkomna tónleikauppliving. Hesar løtur skulu helst til, ikki bara fyri at koma gjøgnum uppvaskið, men eisini fyri at fata lívið betur og tulka vónina, sum stendur í tíðini, men rættir seg inn í himmalin.
Tað ber ikki til at uppliva aftureftir, men saman við analýsuni og minninum ber til at venda aftur til listarverkið og fáa tað at vaksa. Í 66 sang Dylan um the Sad-eyed Lady of the Lowlands. Um hesa kvinnuna, sum hevði so nógv ting, men var so døpur. Nú syngur Dylan um hendan mannin, sum er so fremmandur í býnum og bara leingist til the Highlands. Afturljóðið frá 66 undirstrikast við ?I?ve got new eyes / Everything looks far away.? Servitrisan er kanska gentan frá 66, tí hann sigur, tá hon biður seg tekna seg, ?I don?t do sketches from memory.? Men sjálvur er hann fremmandagjørdur frá henni. Hann snýkir seg út á gøtuna, meðan servitrisan fer út í køkin. Og eg vaski upp. ?The party is over / And there is less and less to say.?
HEÐIN ARGE: Tom Jones í Valby-høllini
Mín besta mentunarliga uppliving í ár, var í Valby høllini í Kongens Kjøbenhavn. Har stóð hann so, tann ultimativi buksiknapp-charmørurin; Sexbumban Tom Jones úr Wales. Hálvt ár frammanundan, hevði seinasta verk hansara sæð dagsins ljós á ógvusliga boblandi bretska plátumarknaðinum. Bilsin gjørdist eg, tí hvussu kann ein 59 ára gamal croonari, sláa eitt sovorði plettskot hjá unga bretanum? "Reload" var millum mest seljandi fløgurnar í fleiri mánaðir. Tað er annars ein spurningur, sum er lættur at svara: Tom Jones hevur nakað, sum eingin annar hevur havt síðani Elvis. Hann hevur
rødd, karisma, útstráling og so hitt, man ikki kann seta orð á. Eingin Robbie Williams, Mick Hucknall, James Dean Bradfield ella Lenny Kravitz kemur uppá knøðini á honum. Og gloym ikki hvussu gamal hann er. Inni í Valby-høllini runnu mínir tankar aftur til 1994 í Berlin, har Tom var
vertur fyri MTV European Music Awards, tá ið hann framførdi sín tá spildurnýggja sang, "If I Only Knew" og fekk allan tann europeiska ungdómin at swinga afturvið. Aldurin á okkum 3500 fjepparum, var frá 15 og líka upp til 65. Ikki eitt bein stóð stilt og ikki eitt eyga var turt, tá núlivandi
"Kongurin" borðreiddi við Delilah, Green Green Grass Of Home, She's A Lady, Kiss og allar teir nýggju. Skemtiligt var at síggja eldra ættarliðið dansa uppí á stólunum. Øgiliga røddin náddi sum einki heilt aftur til aftastu stólarnar. Tey obligatorisku pløggini vóru skift út, eftir ynski frá
manninum sjálvum, við reyðum rósum. Og sum eitt kavarok, komu tær flúgvandi sum uppá komando. Tom prógvaði at hann framvegis hevur klassa. Hann er í flokki fyri seg. Eitt eindømi.
Eg hevði eina mentunarliga uppliving fyri lívið í Valby-høllini í apríl mánaða í ár.
Thank You Mr. Jones.
Heðin
ELIN HEINESEN: Madonna var best
Besta fløgan í ár var eftir mínum tykki júst tann, sum MTV-síggjararnir
káraðu sum ta bestu - og væl uppiborið eisini! - Madonnu'sa nýggjasta fløga
"Music". Aftur einaferð hevur Madonna megnað at gera eina fløgu við
lokkandi, insiterandi tónleiki, sum sníkir seg inn í oyrageingirnar og
víðari inn í rútmusentrið, so tú ikki kanst annað enn geva teg yvir og dansa
við. Hetta er hennara besta fløga til dato!
Madonna megnar enn at seta dagsordan og vera 'cutting edge state of the art'
- ikki bara hvat viðvíkur tónleiki, men hevur henda dáman avgjørt, at nú
skulu cowboyhattar og -klæði og western-dansur vera hipt, jamen, so ER tað
tað. Tað setur eingin spurnartekin við! Tað, sum Madonna sigur er lóg, í
hvussu er tá tað snýr seg um tað, ið er smart. Tíbetur havi eg heldur einki
ímóti, at júst ein sum hon er framgangskvinna. Vit báðar eru javngamlar og
eg havi fylgt hennara undrunarverda virksemi í mong harrans ár.
Madonna leggur eina æru í at vera, sum hon sjálv sigur, ein 'bitch'! Hon er
sterk og letur seg ikki knúlva av nøkrum. Hon hevur allatíðina megnað at
ferðast á markinum, fornýggja sítt úttrykk og sín tónleik, soleiðis at hann
fellir væl í tíðarinnar oyru - eisini hjá teimum heilt ungu. Hóast hon er
komin upp í ein aldur, har flest onnur setast aftur og ikki tíma longur at
vera kreativir pionerar, tí tey kenna seg ov gomul, so koyrir hon á ? meira
avhildin enn nakrantíð. Tað má man taka (cowboy)hattin av fyri!
Eg havi júst notið at upplivað hennara seinastu livekonsert í London inni á
www.msn.dk/madonna.asp - farið inn og fáið sjón fyri søgn.
Elin
RAKEL HELMSDAL: Mentanarhittið ár 2000
Vildi ynskt, at tað ikki var í ár eg varð spurd um hetta. Har hevur satt at
siga ikki verið so nógv mentanarligt í ár, sum hevur fingið meg upp at
flagsa. Ikki tí, okkurt man vera farið framvið, og nógv var, sum var fínt,
men har var kortini onki sum rakti meg so, at eg stóð eftir andaleys og
undrandi, sum stórar mentanarupplivingar eiga at gera. Onki har eg hugsaði:
?Hatta má eg síggja/hoyra/lesa aftur og aftur og aftur....?
Men eitt hevur kortini glett meg á mentanarøkinum her heima, og tað er nakað
sum júst er hent.
Tvær ævintýrskaldsøgur eru komnar á føroyskum og ein er ávegis. Sum
stórbrúkari av júst hesum slagi av skaldsøgum, kann eg ikki annað enn at
frøða meg um, at altjóða Harry Potter er komin til landið í góðari umseting
og at okkara egni Anfinnur í Skála hevur faldað seg út við einum stórum
ævintýri í tveimum bindum.
Harry Potter er sagt so nógv um, at eg næstan ikki hætti mær at siga meira,
so hóast eg ikki haldi, at bøkurnar eru so nógv betur enn aðrar av sínum
slagi, so var eg kortini alla summafrítíðina so uppslúkt av teimum, at eg
fyri fyrst ferð í lívinum bleiv ordiliga sólbrend. Fekk meg heilt einfalt
ikki til at vika meg frá mínum teppi í urtagarðinum í europeisku
hásummarsólini. Hvørki badminton ella gott vín kundu kappast við mínar
upplivingar saman við Harry og teimum á gandaskúlanum.
Søgan um Heimin Forna eri eg enn ikki liðug at lesa, men hevði eg havt
summarfrí, so hevði eg heldur ikki slept henni, og onkra nátt er klokkan
blivin minst tvey, áðrenn svøvnurin hevur tikið ræði á søguni. Søgan er
væl gjørd og ævintýrverðin heilstoypt og kann fult standa mát við aðrar
slíkar søgur.
Nakað ummæli skal eg ikki geva nú, men vil bara enn einaferð undirstrika, at
tað týdningarmesta er at duga at siga eina góða søgu. Størri uppliving kanst
tú ikki geva nøkrum enn at bera tey burtur í ein annan heim so væl, at tey
eina løtu gloyma bæði tíð og stað og allan gerandishurlivasan. Ein góð søga,
sum tú lesir ella hoyrir, er nógv meira enn filmur og aðrir visuellir
miðlar, tí tú gert tær tínar egnu sansaupplivingar, sum tí verða eftir í
huga tínum langt, langt eftir at søgan er av. Tú hevur smakka eina aðra
verð.
Rakel