Av Signabø til Djakarta

Eftir trý ár í London, fer familjan Arabo víðari út í heim. Hesaferð gongur leiðin til Djakarta í Indonesia

Seinastu trý árini hava hjúnini Húngerð og Ben Arabo búð í London saman við døtrum sínum, Finnbjørg, Sáru og Onnu Margit. Talan hevur verið um trý góð ár í London hjá Arabo-familjuni. – Tað hevur verið avbjóðandi at arbeiða her í London. Tá ein arbeiðir í oljuvinnuni, so ger tað ikki so ræðuliga stóran mun, hvar ein arbeiðir, staðfestir Ben Arabo yvirfyri Jan Müller, sum er komin á gátt hjá honum í London. Men Ben er fullgreiður yvir, at tað ger ein stóran mun fyri familjuna, um ein býr í London ella í Djakarta. Ben hevur arbeitt hjá Hess – fyrr Amerada Hess – í skjótt 13 ár: - Tað er sum ein plagar at siga í Føroyum: ”Eitt gott reiðarí at sigla hjá”. Tað er sera avbjóðandi, ein hevur nóg mikið at gera, og tað hendir okkurt nýtt hvønn dag. Hetta er galdandi fyri alla oljuvinnuna, tað er ikki so lætt at síggja hvat fer at henda ta nærmastu tíðina.

 

Angrar ikki

Spurdur um hann angrar, at hann og Húngerð fluttu til London, svarar Ben, at tað ger hann als ikki. Ben heldur, at tað er sunt fyri familjuna at síggja hvussu lívið er uttanfyri landoddarnar. – Tað er gott at hava okkurt at samanbera við. Í Føroyum hevur ein mangan bara eitt samanberingargrundarlag, og tað er hvussu tað er statt í Danmark, og so steðgar tað har. Nú hava vit so roynt London, sjálvur havi eg búð í London í fimm ár tilsamans. Eg haldi, at tað hevur verið sunt fyri børnini at uppliva London, tí London er ein sera kosmopolitiskur býur. Ein møtir fólki frá øllum tjóðum, rasum og átrúnaðum her, og tað haldi eg er ógvuliga mennandi fyri børnini hjá okkum, slær Ben Arabo fast.

 

Møguleikin kemur ikki ofta

Ben fegnast um møguleikan hann hevur fingið at starvast í Indonesia. – Ein spyr seg sjálvan: Hvussu ofta fái eg hendan møguleikan? Eg og Húngerð eru enn ung, og børnini eru í passaligum aldri, so vit tóku av møguleikanum at sleppa til fjareystur í trý ár. Vónandi fær familjan nógv burturúr einum tílíkum uppihaldi, har ein eisini kann síggja hvussu gott ein hevur tað í Føroyum. Ofta er tað soleiðis, at ein gongur runt í Føroyum, og heldur at Føroyar er heimsins besta land at liva í, vónandi finna vit út av, at Føroyar er heimsins besta land at liva í. Arbeiðsuppgávan hjá Ben í Indonesia verður at taka sær av tí kommersiellu síðuni av oljuleitingini hjá Hess í fjareystri, og talan verður í stóran mun um keyp og sølu av loyvisumførum í fjareystri. Ì løtuni er talan um Indonensia, Malaysia og Brunei. Talan kann eisini gerast um oljuleiting í Thailandi og Vietnam, um tað kemur á breddan. Ben vil mæla øðrum føroyingum til at fáa sær arbeiðsroyndir innan oljuvinnuna í útlandinum, og hann undirstrikar, at tað finst neyvan nøkur vinna, sum er meiri global, enn júst oljuvinnan. Og Ben vónar sjálvsagt, at ein komandi oljuvinna er á veg í Føroyum, sum kemur at hava brúk fyri fólki við hansara royndum innan altjóða oljuvinnu.

 

Hevur dámt væl

Húngerð Arabo hevur trivist væl í London hesi seinastu trý árini. – Fyri tað mesta havi eg tikið mær av børnunum, og fylgt teimum í skúla. Sjálv eri farin undir lestur, sum interiørdesignari, sum mær dámar sera væl. Tað geri eg á einum norskum læristovni, greiðir Húngerð frá. Døtrarnar hava trivist væl í London, og hava dámt væl í skúlanum. – At fara til London var ein stór, men samstundis ein góð avbjóðing. Tað var eitt sindur tungt í byrjanini, bæði at finna runt í býnum, og at fáa genturnar at trívast í skúlanum. Men tá alt hetta fall uppá pláss, so bleiv tað øðiliga gott, staðfestir Húngerð. Húngerð kennir seg eisini væl á tí norska interiørskúlanum, har tey hava nógv sosial felagstiltøk.

 

Nakað tað sama

Spurd um hvussu hon heldur tað fara at vera at flyta til Indonesia, svarar Húngerð: - Eg kann ikki heilt ímynda mær hvussu tað verður, men eg rokni við, at tað verður nakað tað sama, sum at flyta til London. Tað verður sjálvandi øðrvísi við mentanini, men børnini skulu á ein altjóða skúla, har alt fer fram á enskum. Húngerð er ivaleys í, at familjan kemur at búgva væl í Indonesia. – Tað verður so aftur at fáa børnini at trívast í einum nýggjum landi. Sjálv ætlar Húngerð at halda fram við interiørdesign-útbúgvingini, men í Indonesia verður tað sum sjálvlesandi. Húngerð heldur ikki, at tað er vandi fyri, at børnini fara at gloyma tað føroyska málið, aftaná trý ár í London, og trý ár í Indonesia. – Vit tosa føroyskt heima, og Finnbjørg dugir rætti­liga væl føroyskt, og eg beri ongan ótta fyri, at hinar báðar ikki eisini fara at læra tað.

 

Børnini hava trivist

Børnini hava eisini trivist. – Sjálvandi var tað torført í byrjanini við einum nýggjum máli, tí vit ganga á einum norskum skúla, har øll undirvísingin fer fram á norskum, og næstan alt annað samskiftið fer fram á enskum, greiðir Finnbjørg Arabo frá. – Tá ein er í London, so hugs­ar ein sjálvsagt nógv um shopping, men eg vil siga, at aftaná tær fyrstu vikurnar, so bleiv ein rættiliga troyttur av tí. Her í London ganga vit nógv í biograf í mun til í Føroyum, tí her eru so ræðuliga nógvir film­ar, sum ganga í biografunum. Summar vikur eri eg í biograf tvær ferðir um vikuna. Finnbjørg sigur, at samanhaldið er stórt í skúlaflokki hennara, og at tey eisini møtast nógv uttanfyri skúla­tíð. Finnbjørg heldur, at tað verður spennandi at flyta til Indonesia, men tað er altíð ringt at flyta frá vinum. – Og so verður ein í hinari síðuni av jørðini, so tað verður enn longri at koma heim til Føroya at vitja. Men nú hava øll Skype, Facebook og MSN, so eg rokni við, at tað fer at ganga.

Spælir við onnur føroysk børn

Tann yngsta dótturin Anna Margit hevur nógv samband við onnur føroysk børn, sum búgva í London. Anna Margit hevur eisini dámt væl at gingið í skúla í London. Anna Margit plagar at klatra í havanum, spæla fótbólt, ”Mamma og børn” og viðhvørt fer hon í biograf, ella til ein musical saman við øðrum børnum, sum hon kennir. Anna Margit sum er níggju ára gomul, sigur seg tíma væl at fara til Indonesia.

 

Gott at royna okkurt nýtt

Miðlingadótturin, Sára hevur eisini trivist væl í London. – Eg haldi tað er gott at royna okkurt nýtt, og eg haldi tað hevur verið stuttligt at ganga á einum norskum skúla, og fáa nýggjar vinir. – Onkuntíð kann tað vera eitt sindur torført í skúlanum, men stórt sæð, so haldi eg at tað er gott at ganga í tí norska skúlanum, greiðir Sára Arabo frá. Shopping og túrar í biografin liggja ovarliga á listanum, tá Sára og vinir hennara fara ein túr í býin. Men hon og vinkonurnar vitja eisini ofta heima hjá hvørjari aðrari. Sára hevur onkrar føroyskar og norskar vinir, men hon hevur mest norskar vinir. Sára er spent at fara til Indonesia: - Eg eri rættiliga spent uppá at royna nakað nýtt aftur. Vit fara at ganga á einum altjóða skúla, og so fara vit at hava okkara egna bilførara, greiðir Sára spent frá. Systrarnar fnisa, tá hon greiðir frá hesum, men Sára staðfestir, at ein kann ikki koyra sjálvur yviri í Indonesia. Tó ivast hon í, um hon gleðir seg til tann púra fremmanda matin, sum er yviri í Indonesia. – Eg gleði meg nógv til at síggja hvussu tað er í Indonesia, tí eg havi ongantíð verið har áður. Familjan Arabo riggar til at fara til Indonesia í trý ár, og hvør veit, um Føroyar ikki vera eitt av oljulondunum, sum Ben, Húngerð, Finnbjørg, Sára og Anna Margit fara at búleikast í, í framtíðini? Tað kann bert tíðin vísa.