Ávara um at Smyril kann verða seinkaður

Hann sigur frá nógvum vindi eystaneftir í fleiri dagar

Nú verður boðað frá heilt fitt av vindi av landnyrðini og eystri í fleiri dagar og tí ávarar Strandferðslan um, at tað kann føra til, seinkingar hjá Smyrli.

 

Hann sigur upp ímóti 20 metrum um sekundið í hvirlunum, og onkuntíð eitt sindur yvir, hesar næstu dagarnar og tí boðar Strandferðslan frá, at tað er væntandi, at Smyril fer at sigla Vestan fyri Sandoynna á leiðini ímillum Suðuroynna og Havnina – í hvussu so er onkrar túrar.

 

Tað ger hvønn túrin útvið ein hálvan tíma longri enn vanligt, og tá ið stutt er ímillum túrarnar, er væntandi, at hann fer at verða seinkaður.

 

Tað er mest sum alla vikuna, at tað fer hann fer at liggja við fitt av vindi eystaneftir.