Hann sigur frá ringum veðrið í morgin, sunnudagin og longu nú ávarar Strandferðslan um, at tey vænta avlýsingar og broytingar í ferðasambandinum í allan morgin, bæði á sjógvi og landi.
Strandferðslan sigur, at hann boðar frá nógvum vindi longu í morgin ári og tað verður ikki fyrr enn móti kvøldið, at vindurin minkar aftur. Hann sigur frá vindi vestaneftir við hvirlum upp í 30 metrar um sekundið.
Sostatt er tað væntandi, at samferðslan verður darvað longu frá morgunstundini av, bæði hvat skipum og bussum viðvíkur.