Talan er um falskar lýsingar, falskar heimasíður og íløgusvik.
Hesum boðar Føroya Politi frá nú seinnapartin.
Fyri góðum hálvum ári síðani vóru líknandi falskar lýsingar við kendum fólki í umferð, sum høvdu til endamáls at snýta pening frá fólki.
– Hetta eru svikarar, sum av órøttum nýta kend fólk til falskar lýsingar fyri at fáa fólk at vitja falskar heimasíður og snýta seg til teirra pening, skrivar politiið.